Fótbóltur

Real Madrid og Tottenham skulu gera arbeiði liðugt

Fyrstu áttandapartsfinalurnar í Champions League verða avgjørdar í kvøld, og Ajax og Dortmund skulu gera eitt risastórt arbeiði.

Dortmund og Tottenham bresta í kvøld saman í Týsklandi - fyrri dysturin endaði 3-0 til enska liðið
(Mynd: EPA)

Dortmund og Tottenham bresta í kvøld saman í Týsklandi - fyrri dysturin endaði 3-0 til enska liðið (Mynd: EPA)

2019-03-05 13:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld fella tvey av teimum 16 liðunum, sum í løtuni eru eftir í Champions League. Nógv bendir á, at tað verða Ajax og Dortmund, sum rúka fyrst. Men sum vit sæð seinastu árini í kappingini, so er einki avgjørt eftir fyrru uppgerðina.

Seinnu áttandapartsfinalurnar: 

Dortmund (0) - Tottenham (3) -
TV3+ /Viaplay
Real Madrid (2) - Ajax (1) TV3 Sport/Viaplay

Fyri 20 døgum síðani var Dortmund betri í 1. hálvleiki á Wembley, men eftir stegðin tók Tottenham, uttan Kane og Alli, yvir. Hetta hevur við sær, at Dortmund hevur eina sera stóra uppgávu frammanfyri sær í kvøld. Liðini hittust eisini í bólkaspælinum í fjør, og tá vann Tottenham báðar dystirnar. Harvið hevur liðið hjá Pochettino øll kortini á hondini ímóti Dortmund, ið ikki er væl koyrandi í løtuni. Teir í gulum hava tó ein frálíkan heimavøll og eru oddalið í Bundesligaini. Tottenham hevur heldur ikki vunnið seinastu tríggar dystirnar, og um heimaliðið fær hol á í 1. hálvleiki í kvøld, so kann alt henda.

Les eisini: Frálíkir sigrar til Tottenham og Real Madrid

Í Madrid er spennandi Ajax-liðið á vitjan. Hollendska stórfelagið gav Champions League-meistarunum ein harðan dyst í Amsterdam, men 2-1 málið hjá Marco Asencio seint í dystinum avgjørdi dystin, og  tað kann eisini gerast avgerðandi fyri, hvør kemur víðari. Beint eftir málið fekk Sergio Ramos eitt nógv umtalað gult kort, tá hann feldi Kasper Dolberg. Kortið gav honum leikbann til dystin í kvøld, og í seinastu viku gav UEFA liðformaðninum hjá Real ein dyst leikbann eyka fyri at hava tiltuskað sær gula kortið við vilja.

Ajax skal gera ógvuliga nógv rætt fyri at senda meistaranar út í kvøld; spanska stórfelagð hevur aftur bert Champions League at satsa uppá, eftir at Barcelona fyrst sló Real út av Copa Del Rey og síðani út av stríðnum um meistaraheitð - bæði innan seinastu vikuna og í báðum førum við sigri á Santiago Bernabeu. 

Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder