Real Madrid skoraði fimm ferðir á Anfield og eyðmýkti Liverpool

Heimaliðið var annars á odda 2-0 eftir bert 14 minuttir - liðið hjá Klopp skal vinna við trimum málum á Bernabeu fyri at hava ein møguleika. Napoli er á veg víðari saman við Real.

Real Madrid-leikararnir høvdu nógv at fegnast um á Anfield í kvølf - eins og í fjør vendu teir einum stórdysti í Champions League meistarliga (Mynd: EPA)

Real Madrid-leikararnir høvdu nógv at fegnast um á Anfield í kvølf - eins og í fjør vendu teir einum stórdysti í Champions League meistarliga (Mynd: EPA)

2023-02-21 22:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Real Madrid javnaði í kvøld eitt met frá oktober 2014, sum spanska kongafelagið sjálvt setti - eisini við Carlo Ancelotti sum høvuðsvenjari. Liverpool hevur nú tvær ferðir tapt við trimum málum á heimavølli í einum Champions League-dysti; í báðum førum hevur tað verið ímóti felagnum, sum er tað, ið oftast hevur vunnið kappingina.

Tað var annars einki, ið bendi á, at tað fór tann vegin á Anfield í kvøld. Liverpool hevur vunnið sínar tveir seinastu dystir í Premier League 2-0, og var longu á odda 2-0 eftir 14 minuttir í kvøld, og sá veruliga út til at vera aftur á rætta staði. Fyrst var tað Darwin Nunez, sum í 4. minutti hegnisliga setti bóltin í málið eftir flott álop. Síðani fekk Thibaut Courtois onkursvegna spælt sær av við bóltin, tá Mohammed Salah trýsti Real Madrid-málverjan, og egyptin, ið legði upp til 1-0 málið økti.

Real Madrid líkt fall liðið frá spanska høvuðsstaðnum ikki í fátt, risti ikki á hondunum og sjey minuttir eftir málið sendi Vinicius Jr. bóltin í longra málhornið. Vinstri vongurin úr Brasil avgjørdi Champions League-finaluna millum liðini í fjør, hann skoraði tvær ferðir í fjórðingsfinalu millum liðini í 2021, og tíggju minuttir fyri steðgin gjørdist hann tvífaldur málskjútti. Hesuferð var mest orsakað av ósketni hjá landsmanninum Allison, ið nakað líknandi málverjanum hinumegin "legði upp" til eitt mál.

[object Object]
Allison biður um umbering fyri málið, sum hann av álvara kostaði (Mynd: EPA)

[object Object]
Vinicius Jr. var aftur ein trupulleiki fyri Liverpool - hann skoraði tvær ferðir (Mynd: EPA)

[object Object]Karim Benzema skoraði eisini tvær ferðir (Mynd: EPA) 

Fyrri hálvleikur var undirhaldandi - í seinna hálvleiki var klassamunur. Tað byrjaði við, at Vinicius í fyrra hálvleiki vann eitt fríspark við baklinjuna. Tað lyfti Luka Modric innfyri, og onkursvegna stóð brasilianski miðverjin Eder Militao púra fríur mitt fyri málinum og stútaði leiðslumálið. Bert nakrar minuttir sendi Karim Benzema Rodrygo avstað, hann spældi síðani bandaspæl við Benzema, ið umvegis beinið hjá Joe Gomez fekk bóltin framvið Allison. Aftur var talan um passivt verjuspæl hjá Liverpool.

Tað gjørdist ljótari hjá heimaliðnum, ið einki svar tyktiskt at hava, miðskeiðis í hálvleikinum. Ein sløsutur Fabinho misti bóltin á Madrid hálvuni og so gekk skjótt. Modric streyk avstað, fann Vinicius, ið spældi yvirum til Benzema. Royndi áleyparin var kaldur: Hann setti Allison av og nørum legði bóltin upp í málhornið. 2-5 og eitt megnar avrik ger, at Real Madrid hevur meira enn annað beinið í fjórðingsfinaluni, og nógv spurnartekin eru hjá Liverpool.

[object Object]
Salah skoraði og legði upp innan fyrsta korterið, men skjótt kom Real Madrd av álvara í gongd, og Liverpool sá út at vera nakað undir støðið hjá spanska liðið

[object Object]

Klopp og hansara lið hava tapt fleiri dystir, enn mann hevur vunnið í ár, og hesin ósigurin var aftur ein av teimum, sum sveið illa (Myndir: EPA)

Í Frankfurt vóru tað millum annað tveir 24-ára gamlir áleyparar í stórformi móti hvørjum øðrum. Annar fekk brotsspark og skoraði - hin varð útvístur fyri vandamikla takkling. Gamaní skoraði Napoli ikki uppá brotssparkið, ið Victor Osimhen vann - Kevin Trapp bjargaði royndini frá Kvaratskhelia - men fimm minuttir seinni fann Hirving Lozano kraftmikla Osimhen.

Í seinn hálvleiki fekk franski áleyparin hjá heimaliðnum beinleiðis reytt kort, og stutt seinni økti Giovanni Di Lorenzo eftir snilt upplegg frá Kvaratskhelia. Tað endaði 0-2 í Frankfurt, og oddaliðið í Serie A hevur harvið eitt heilt gott útgangsstøði undan seinna dystinum, sum verður í Suðuritalia um tríggjar vikur.  

Champions League áttandapartsfinalur
Í kvøld, týskvøldið 21. februar

Liverpool - Real Madrid 2-5 (2-2)

Frankfurt - Napoli 0-2 (0-1)


Í morgin, mikukvøldið 22. februar

Inter Milan - FC Porto 

RB Leipzig - Manchester City

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder