Vinnarin av Champions League, Real Madrid, hevði ikki stórar trupulleikar við at seta gongd á leikárið og vinna evropeiska Super Cup í gjárkvøldið.
Spanska stórfelagið var nógv betri enn týska Eintracht Frankfurt, sum farna kappingarár vann Europa Lague. Dysturin endaði 2-0. Málini komu í hvør sínum hálvleiki.
Real Madrid hevði yvirvágina frá dystarbyrjan, men týskararnir fingu eisini nakrar málmøguleikar. Eysturríkarin, David Alaba, legði spanska liðið framum, tá umleið eitt korter var farið av dystinum.
Í øðrum hálvleiki var tað franski Karim Benzema, sum økti um leiðsluna, og harvið var dysturin avgjørdur.
Dysturin millum vinnararnar av Champions League og Europa League varð spældur á olympiska leikvøllinum í finska høvuðsstaðnum, Helsingfors.
David Alaba og Karim Benzeme skudu málini (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald