B36 og NSÍ spældu seg fyri viku síðani víðari í Europa League við sigrum í undanumfarinum. Liðið hjá Jákupi á Borg vann fyri aðru ferð uppá trý ár í nógva hitanum í Gibraltar móti St Joseph's (2-1) og spældi seg harvið víðari til 1. umfar aftur, meðan NSÍ vann heili 5-1 á Barry Town United úr Wales í mjørkanum á Svangaskarði. Hetta var fyrstu ferð, at NSÍ spældi seg víðari í evropeiskum fótbólti.
Mynd: Fótbóltsfelagið B36
Mynd: Sverri Egholm
Les eisini: B36 er víðari
NSÍ skrivaði søgu á sera sannførandi hátt
Bitin hjá NSÍ í kvøld er tó nógv størri at svølgja. Á útivølli móti Aberdeen skal liðið hjá Glenn Ståhl gera næstan alt rætt fyri at halda spenninginum í uppgerðini. Veddingarfyritøkur meta, at NSÍ hevur lítlan og ongan møguleika. Ein sigur til útiliðið á Pittodrie eftir 90 minuttir gevur peningin 15 ferðir ella meira aftur. Hjá NSÍ er tað eisini ein smeitur, at Betuel Hansen allathelst ikki kann spæla. Jákup Jakobsen er tó við aftur í hópinum. Verjuleikarin var ikki við á Svangaskarði orsakað av skaða í eyganum.
Les eisini: Aberdeen verður ein stór avbjóðing
Høgri bakkurin Bárður Jógvansson Hansen sigur við Portalin, at hann ætlar sær at spæla hóast trupulleikar við knøunum, at NSÍ ikki er farið til Aberdeen fyri sightseeing men fyri at koma víðari, og at mótstøðan fer at minna um Hibernian fyri tveimum árum síðani. Tá tapti NSÍ heili 6-1 í Edinburgh og 6-4 á Svangaskarði, har Klæmint Andrasson Olsen skoraði hattrikk, eins og hann gjørdi móti Barry Town.
Frá 2018 tá Klæmint Andrasson Olsen skoraði trý mál í 4-6 ósigrinum fyri Hibernian á heimavølli
B36 er í heimligum umhvørvi, og hóast eingir áskoðarar eru, so er hetta heilt greitt ein fyrimunir, sigur Jákup á Borg. Tølini hjá veddingarfyritøkunum siga, at B36 er ein favorittur og gevur peningin áleið tvær ferðir aftur, meðan ein sigur til Levadia Tallinn gevur peningin áleið 3,50 aftur.
Hetta er aðru ferð, at Levadia Tallinn spælir í Føroyum. Í 2016 var HB nær við at sláa liðið út, og B36 spældi árið eftir tveir tættar dystir móti Nomme Kalju, ið eisini hevur heimstað í Tallinn. Meinhard Olsen er farin úr felagnum, og tað er upplagt, at Stefan Radosavljevic avloysir hann í byrjanaruppstillingini. Talan kann gerast um ein ógvuliga tættan dyst á Tórsvølli.
Sí eisini: Árni Frederiksberg: Video: -Vit droyma stórt
Alex Troleis verður fjórði dómari til dystin millum B36 og Levadia
Europa League 1. umfar
Hósdagin 27.09
19.00: B36 - Levadia Tallinn (Tórsvøllur) - Verður vístur ókeypis á Rás 1
19.45: Aberdeen F.C - NSÍ - Verður vístur ókeypis á Rás 2
Vit dagføra beinleiðis frá báðum dystunum og eru til staðar á Tórsvølli, harfrá vit hava myndir og samrøður eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald