Annað

Rebekka á danska/íslendska landsliðið

Rebekka liggur ovast á danska 2019-styrkilistanum á 1.500 metrum í renning.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-08 08:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sunnudagin verður norðurlendskur landsdystur innandura. Vanliga hevur hetta verið kapping millum Svøríki, Finnland og Noreg, men síðani 2015 hevur eitt fjórða landslið – Danmark/Ísland – eisini verið við.

Kappingin er soleiðis skipað, at hvørt landslið hevur tvey umboð í hvørjari kapping. Danska/íslendska liðið verður úttikið soleiðis at tað er so sterkt sum gjørligt. Danir eru nakað væl sterkari enn íslendingar í frælsum ítrótti, og tí er bert ein íslendingur komin á mansliðið, meðan fimm íslendskar kvinnur eru úttiknar, m.a. stórrennarin Anita Hinriksdóttir, sum verður við á 800 metrum.

Í løtuni liggur Rebekka ovast á danska 2019-styrkilistanum á 1.500 metrum, og hevur Dansk Atletiforbund (DAF) tí spurt Rebekku, um hon er sinnað at umboða Danmark/Ísland á nevnda teini, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya. Tað hevur Rebekka játtað, og í dag fer Rebekka til Danmarkar, hagani hon leygardagin saman við samlaða danska hópinum ferðast til Oslo, har kappingarnar verða.

Les meiri um Rebekku á heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder