Leygarmorgun 23. mars bleiv 8. og seinasta umfar í BETRI Vetrarkappingini hilidð í Runavík. Kappingin var samstundis FM í 10 km.
Góðir 50 rennarar luttóku, og tá avtornaði vóru tað Rebekka Fuglø og Einar Gregersen, sum vunnu bæði FM 10 KM og BETRI Vetrarkappingina, skrivar Fræslur Ítróttur Føroya á heimasíðuni.
Rebekka lat tó ongan iva verða um hvør ræður í føroyskari kvinnurenning í løtuni. Hon vann tryggan sigur við 40.25 min. Hon bleiv sostatt føroyameistari og samlaður vinnari í vetrarkappingini hjá kvinnum við 5 sigrum í 5 kappingum. Á øðrum- og triðjaplássi komu ávikavist Marita Andrasardóttir við 41.08 min. og Hergerð Heldarskarð við 43.57 min. Hetta bleiv eisini endaliga raðfylgjan í vetrarkappingini hjá kvinnum.
Einar Gregersen hevði longu tryggja sær samlaða sigurin í vetrarkappingini undan renningini leygardagin og tí bleiv hansara mál fyri dagin og tryggja sær FM-heitið í 10 km. Tá tað restaðu nakrir hundrað metrar í renningini tann dagin bleiv tað, eins og á Fossánesi, til eina spurtuppgerð ímillum Einar og Hanus í Horni Nielsen. Aftur hesuferð var tað Einar sum vann og bleiv hann sostatt bæði føroyameistari og vinnari av vetrarkappingini. Tíðirnar hjá teimum blivu 37.20 min. og 37.21 min. Sam Vang bleiv nummar trý við 37.36 min. og Henry Olsen nummar fýra við 37.42 min. Ragnar Rasmussen misti nakað og kom á mál við 38.57 min.
Í samlaðu vetrarkappingini vóru tað Einar, Ragnar og Sam á teimum fremstu plássunum.
Í liðkappingini hjá monnum var spenningur til síðstu løtu. Treysti (Einar, Heini og Steffan) lá á odda (756 stig) undan seinasta umfari, men Steffan fekk ikki runnið vegna skaða. Hvirlan lá nummar tvey (740), men Dánjal fekk heldur ikki runnið vgna skaða, Bragdið 1 nummar trý (732) og Roysnið nummar fýra (702). Onki av liðunum endaði á sama plássi. Tá avtornaði var tað Bragdið 1 (Sam Vang, Niels Poulsen og Rói H. Olsen), sum vann við 853 stigum, Treysti (Einar Gregersen, Heini Gregersen og Borgar Biskopstø) nummar tvey við 844, Roysnið (Lau Jensen, Ingi Johannesen og Egil Olsen) nummar trý við 819 og Hvirlan (Ragnar Rasmussen, Dánjal D. Ljósheim og Páll H. Vesturbú) nummar fýra við 813 stigum. Í liðkappingini hjá kvinnum vóru lið hjá Bragdið á teimum fimm fyrstu plássunum. Bragdið 1 var mannað við Hergerð Heldarskarð, Ann-Mari av Skarði og Jónrit Dalsgarð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald