Annað

Regin var stóri vinnarin á ólavsøku

Regin Johannessen gjørdi dagsins maður, tá hann á Ólavsøkukappríðingini vann bæði tølt og tvíspor fyri vaksin.

(Mynd: Absalon Hansen)

(Mynd: Absalon Hansen)

2019-07-31 07:40 Author image
Innsent
placeholder

Tað man vera langt síðani at so nógv fólk hava verið til kappríðing á ólavsøku, og tað munna vera fá sum fóru ónøgd heim frá kappingini í ár. Har var bæði spenningur, drama og eisini okkurt óvæntað úrslit. 

Tøltkappingin var fyrst, har var Dagfinn við Hildigarð D. Hansen mettur at vera favorittur, men hetta var ikki teirra dagur, tey vóru diskað og so vann Regin Johannessen sína fyrstu kapping hendan dagin, hann reið á hestinum Brynjar, sum eigur heima í Kvívík. Nummar tvey gjørdist Óðin við Marner Joensen á baki og nummar trý Tango við Silju G. Eystberg. 

Í skeiðkappingini var eisini nýggjur vinnari, Syrpa hjá Bárði Johannessen hevði vunnið báðar tær undanfarnu kappinginar, men hesaferð noyddust tey at taka til takkar við einum øðrum plássið. Fyrsta plássið tók Kór við Beintu Poulsdóttir Debes, tey bæði vunnu ein flottan og væluppibornan sigur. Nummar trý gjørdist Stígur við Hera D. Dahl á baki. 

Travkappingina vann Grettir við Kristfríð D. Jacobsen, nummar tvey gjørdist Freyr og Birita Lützen og nummar trý Tittan og Geir Wardum 

Tvíspor ung kappingin var sera spennandi. Sílfa og Ása Bárðadóttir hava verið einaráðandi í hesi kappingini, men hesuferð skuldi tey av álvara kýta seg fyri at vinna, tær báðar vóru bara 11 hundrandapartar av einum sekundi framman fyri Urd og Silju G. Eystberg. Nummar trý var Táttur við Eva L. S. Klemmentsen. 

Tvíspor vaksin II flokkur var ein broyttur bólkur, har man nú kundi melda beinleiðis til, heldur enn at vera bólkaður av nevndini. 8 ross vóru við í hesari grein og vinnari gjørdist Ronja við Zacharias R. Jacobsen. Fleirfaldi føroymeistarin úr Leynum hevur eftir steðg í nøkur ár aftur víst, at enn eru dygdur í honum og hansara rossum. Nummar tvey var Tiitan við Geir Wardum og nummar trý gjørdist superveteranurin Annfinn Reinert á Grekku.

Tvíspor vaksin I flokkur var bæði dramatiskur og spennandi, í fyrsta riðlinum snaraði eina rossið av breytini og royndi at sleppa út á gøtuna, ið liggur niðan til ríðibreytin, tá hetta hendi í fullum lopið er ikki nógv hjá reiðmanninum at gera, hann datt av rossinum, men lukkutíð hendi eingin skaði. Hitt rossið í riðlinum var Freyr við Onnu Magnussen, teirra tíð var helst eisini merkt av óhappinum. 

So tá seinasti riðilin byrjaði var helst greitt, at tann, ið vann, var vinnari á degnum, tað var millum verandi føroyameistaran Svannu við Hans P. Poulsen og Marengo við Regini Johannessen. Hetta gørdist eisini ein sera spennandi riðil, Svanna og Hans Pauli áttu munin meginpartin av breytini, men á sjálvum slættanum og beint áðrenn málstrikuna fekk Marengo múlan framum og vann á degnum. Munurin teirra millum aftaná 500 metrar var so lítil sum 2 hundrandapartar av einum sekundi.

Sostatt vann Regin Johannessen sína aðru kapping hendan dagin, og kundi hann taka ímóti tveimum væl uppibornum ólavsøkusteypum.

Kelda: ridisamband.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder