Fótbóltur

Reistu seg móti dønum

Føroyska liðið stríddist fyrimyndarliga væl, og tað sá á so at siga øllum økjum nógv betri út enn í dystinum móti Ísrael. Nú snýr tað seg um at vera til reiðar at taka móti Moldova týskvøldið - ein dystur har føroyingar hava góðan møguleika fyri at fáa stig.

Hallur Hansson var aftur við frá byrjan og liðformaðurin gekk á odda í stórdystinum móti Danmark, har Føroyar hildu 0-0 í 84 minuttir (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hallur Hansson var aftur við frá byrjan og liðformaðurin gekk á odda í stórdystinum móti Danmark, har Føroyar hildu 0-0 í 84 minuttir (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-05 17:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit hava sæð tað fyrr. Eftir eitt undir miðal avrik, har tað eingin spenningur varð um úrslitið, vísir føroyska manslandsliðið nakað heilt annað í næsta dystinum. Hesaferð gekk tað útyvir danir, ið høvdu gjørt níggju broytingar í byrjanaruppstillini í mun til 2-0 sigurin á Skotlandi í Parkini mikukvøldið, og har fleiri leikarar ið eru heldur, ella heilt, óroyndir á A-landsliðsstøði byrjaðu. Nakað líknandi eydnaðist heilt væl í mars, har Danmark í 2. umfari í HM-undankappingarbólki F vann heili 8-0 á Moldova eftir heili tíggju broytingar í mun til dystin tríggjar dagar frammanundan.

Håkan Ericson hevði gjørt tríggjar broytingar á føroyska liðnum. Royndu Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson vóru hesaferð við frá byrjan og gjørdu týðiliga mun, sum ávíkavist stríðsmaður/bindilið á miðvøllinum og sum fremsti maður. Mest óvæntaða broytingin var í málinum, har 29-ára  gamli Teitur Matras Gestsson avloysti Gunnar Nielsen og spældi sín higartil besta A-landsdyst.

[object Object]
Teitur Matras Gestsson og Kasper Schmeichel eftir síðsta bríksl 

[object Object]
René Shaki Joensen kemur fyri eitt innlegg 

[object Object]
Sonni Ragnar Nattestad noyddist út, eftir eitt annars sterkt avrik (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hildið varð fast í somu verjuketu, millum annað hóast bakkarnir høvdu tað trupult móti Ísrael. Gilli Rólantsson Sørensen kostaði eitt mál móti Ísrael, men hesaferð var tvøramaðurin stinnur - eisini tá Joakim Mæhle og Mikael Damsgaard komu inn í vinstru síðu hjá Danmark - og átti eisini langa og góða innkastið, ið gav besta føroyska møguleikan í dystinum. Hetta var í 57. minutti, tá Jóan Símun stútaði á tvørtræðið, og Hallur Hansson síðani skeyt uppum í heilt góðari støðu mitt fyri málinum. Í vinstru síðu var René Shaki Joensen, ið vanliga ikki spælur bakkur, dugnaligur til at avvísa. Ágangandi leikhátturin kostaði tíverri tvey gul kort, og Danmark skoraði sítt einasta mál uppá frísparkið, ið varð gjørt í samband við seinna gula kortið - eina takkling úti við síðulinjuna.

Í miðverjuni var ógvuliga lítið at seta fingurin á hjá Odmari Færø og Sonna Ragnar Nattestad. Tað var ein støða í fyrra hálvleiki, har Sonni Ragnar ikki rakti bóltin, tá hann skuldi rudda burtur, og Jacob Bruun Larsen gjørdist púra fríur í brotsteignum, men Teitur stjórbjargaði. Sonni Ragnar noyddist út í 72. minutti orsakað av trupulleikum við hælsinuni. 31-ára gamli Odmar Færø spældi helst ein av sínum allarbestu landsdystum. Beint frammanfyri Odmar og Sonna Ragnar var Gunnar Vatnhamar sterkur, og leirvíkingurin gjørdi eisini mun, tá hann slapp eitt sindur longri fram og slapp.


HM-undankappingarbólkur F
04.09.2021
Føroyar - Danmark 0-1 (0-0)
85' Jonas Wind 0-1

Føroyar (4-5-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad (72' Heini Vatnsdal), René Shaki Joensen - Sølvi Vatnhamar (90+2' Andreas Lava Olsen)  , Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen (89' Petur Knudsen) - Jóan Símun Edmundsson (89' John Frederiksen)

Les eisini:
Bar ikki á mál
Myndir: Føroyar - Danmark

Nú snýr tað seg av álvara um at fáa stig - Skansin ger mun

Vit hava sæð tað fyrr. Føroyar spæla heilt væl móti einum á pappírinum nógv sterkari liði. Danmark var í hálvfinaluni í EM-endaspælinum og er nummar ellivu á FIFA-styrkislistanum - Føroyar eru nummar 114. Hóast Kasper Hjulmand valdu at hava nógvar av teimum føstu leikarunum á bonkinum, so var talan um leikarar, ið spæla í millum annað Premier League og Bundesliguni, og har nakrir fyri heilt kortum eru seldir fyri heilt nógvar milliónir. 

Eins og ímóti til dømis Týsklandi og Italia tvær ferðir, rakk eitt sterkt liðavrik ikki til stig, men liðið hjá Håkani Ericson vísti, at tað kann spæla spennandi dyst móti ein av teimum størru. Við í avrikinum vóru eisini áskoðarnir. Serliga var tað fantastiski Skansin, ið eisini fekk nógv rós frá føroyingum og dønum eftir seinasta  bríksl, og sum sang og spældi allan dystin. Í løtum komu allir áskoðarnir heilt væl við, og so tá tað rungaði FØROYAR á Tórsvølli ljóðaði tað sum um, at tað vóru væl meira enn umleið 5.000 áskoðarar til staðar.

[object Object]

[object Object]

Skansin spælir aftur við týskvøldið, tá Moldova vitjar. Føroyar og Moldova hava eitt stig hvør, og tað hava tey fingið í innanhýsis dystinum, sum var í Moldova í fyrsta d'umfarið í kappingini. Føroyar eru trý mál betri enn Moldova, sum í gjár bert tapti 1-0 í Skotlandi. Lagt er upp til ein javnan dyst millum Føroyar og Moldova, og hetta er tann dysturin í undankappingini, ið føroysku menninir á pappírinum hava best møguleika at vinna.

Í dag hava teir leikararnir, ið spældu nógv í gjár, nýtt tíð til at svimja/vant styrki, meðan hinir hava vant á Tórsvølli. Síðani hava allir verið ein túr á Sornfelli. Á middegi í morgin verður tíðidnafundur og síðani venjing á Tórsvølli. Týskvøldið 19.45 er fyrsta bríksl í dystinum Føroyar - Moldova

Les eisini: 
Hjulmand: Havi stóra virðing fyri hvat Føroyar gjørdu í kvøld
Håkan: Eri forelskaður í hesum áskoðarunum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder