Fótbóltur

René Skaki er við frá byrjan

Hjá HB er broyting í á málmansplássinum, har ein ungur maður avloysir ein landsliðsmálverja. Á fremstu plássunum kemur ein landliðsleikari inn - dysturin verður sambært HB kortini stroymdir.

René Shaki Joensen - her í dystinum har hann skoraði sítt fyrsta landsliðsmál - byrjar inni á álopskenda miðvøllinum/álopinum hjá HB í Belfast (Mynd: Jens Kr. Vang)

René Shaki Joensen - her í dystinum har hann skoraði sítt fyrsta landsliðsmál - byrjar inni á álopskenda miðvøllinum/álopinum hjá HB í Belfast (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-01 19:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

René Shaki Joensen er í kvøld fyri fyrstu við í byrjanaruppstillingini hjá HB, síðani miðvallarin kom aftur úr Grindavík - í veruleikanum spælir hann sínar fyrstu minuttir yvirhøvur aftur í reyð-svørtu troyggjuni. René hevur verið darvaður av einum vøddaskaða í búkinum, men nú er hann so birgur, at hann byrjar inn í Belfast.

Les eisini: Upptakt: HB skal vinna í Belfast

Teitur Matras Gestsson er ikki við í Norðurírlandi, so 18-ára gamli Bjarti Vitalis Mørk fær møguleikan í málinum. Hann spælir bert sín dyst nummar tvey á besta liðnum hjá HB í Europa League-uppgerðini í kvøld.

Les eisini: Teitur verður ikki við
                 - Bjarti Vitalis Mørk: Hetta er avgjørt tann størsti dysturin hjá mær 


Fyriuttan hetta eru ongar broytingar á HB-liðnum í mun til fyrra dystin, sum var í Gundadali, og sum endaði 2-2, har HB hevði greitt fleiri málmøguleikar. Harvið er alt opið undan uppgerðini ímillum føroysku og norðurírlendsku meistararnar á Windsor Park í kvøld.

HB(4-4-2/4-2-3-1): Bjarti Vitalis Mørk  - Jógvan Rói Davidsen (L), Hørður Askham, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnasson Justinussen, Tróndur Jensen, Brynjar Hlöðversson, Símun Samuelsen - René Shaki Joensen, Sebastian Pingel,

Bonkurin er spenanndi. Millum annað eru teir tríggir sandoyingarnir har, og teir kunnu koma inn og gera mun.


Bonkur: Matthias Lamhauge, Daniel Johansen, Dan í Soylu, Pætur Petersen, Bartal Wardum, Ari Mohr Olsen og Símun Sólheim 

Fyrsta bríksl er klokkan 19.45. Vit fylgja gongdini a forsíðu okkara. Í mun til hvat er skrivað, og hvat varð sagt í gjárkvøldið, so frætta vit, at dysturin verður  stroymdir. Leinkja verður tøk undan dystarbyrjan.

Europa League 2. umfar - seinni dysturin
Windsor Park,
01.08
Linfield (2) - HB (2)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder