Fótbóltur

Upptakt: KÍ og HB skulu vinna

Talan er um lagnukvøld hjá føroysku liðunum í Europa League.

Í kvøld stríðast tey ikki ímóti hvør øðrum, men fyri seg í Evropa og fyri føroyskum fótbólti - Mynd: Jens Kr. Vang

Í kvøld stríðast tey ikki ímóti hvør øðrum, men fyri seg í Evropa og fyri føroyskum fótbólti - Mynd: Jens Kr. Vang

2019-08-01 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Uppgávurnar eru ógvuliga ymiskar, men arvafíggindarnir báðir skulu vinna fyri at hava møguleikan at koma víðari. HB kann koma víðari í Belfast við sera málríkum javnleiki (3-3 ella meira), men tað er ein sigur, ið Adrian Justinussen og hinir í reyðum og svørtum fara eftir á Windsor Park í kvøld. Harav er minsta kravið at skora, og tað er bert KÍ, ið hevur gjørt tað á útivølli í Europa í summar. 

Les eisini: Heilt ymiskar fyritreytir hjá KÍ og HB
                 Adrian: - koma heilt sikkurt víðari um allir spæla upp til sítt besta

Júst HB hevur tann betra møguleikan á pappírinum, hóast liðið er á útivølli. Hóast tað er ein truplari uppgávu enn á heimavølli, so sást í Gundadali seinasta týskvøld, at Linfield sanniliga er at tosa við. HB hevði 22 skotroyndir, men tíverri var úrtøkan bert tvey mál, ið útiliðið eisini fekk. Í kvøld skal HB royna at gerast fyrsta føroyska lið til at sláa Linfield út - hetta er fimta royndin, og liðið hjá Heimir Guðjónsson hevur ein realistiskan møguleika.

Les eisini: 
HB var greitt omaná í Gundadali 
                 Linfield: Liðið sum altíð spælir í Føroyum

[object Object]
(Tað var í fleiri førum spent í brotsteignum hjá Linfield fyri niggju støðum síðani - Mynd: Olaf Olsen)

HB tykist at vera væl fyri, og teir allarflestu leikararnir eru tøkir. René Shaki Joensen hevur framvegis ikki fingið nakran minutt síðani sína afturvendan til barndómsfelagið,, men landsliðsleikarin er við at koma fyri seg aftanfyri sín skaða, og fær allarhelst ein leiklut í kvøld. Teitur Matras Gestsson er ikki við í Norðurírlandi, so tað verður 18-ára gamli Bjarti Vitalis Mørk, ið kemur at verja málið hjá føroyameistarnum á Windsor Park í kvøld.

Les eisini: Teitur verður ikki við
                - Bjarti Vitalis Mørk: Hetta er avgjørt tann størsti dysturin hjá mær


Kí skal eisini royna at vinna. Men fyri at spæla seg víðari er til dømis 2-1 ikki nóg mikið, tí liðið hjá Mikkjal Thomassen fekk ikki nakað útivallarmál hesuferð, men tapti 1-0 við málið í 93. minutti, eftir at KÍ hevði stríðst sera væl ímóti. Luzern er týðiliga eitt lið, ið er væl fyri, og í kvøld skal KÍ allarhelst halda teimum frá at skora fyri at hava nakran møguleika - um Luzern skorar einaferð á Svangaskarði, skal KÍ hava trý mál. 

Les eisini: Tað gekk akkurat ikki hjá KÍ   

Tað snýr seg um at spæla klókt og royna at hótta, tá høvið er til tað. Í Sveis noyddi Páll Klettskarð málverjan at gera eina sera góða bjarging, áðrenn Jóannes Kalsø Danielsen stútaði á yvirleggjaran. KÍ er greitt undirtippað í kvøld, men skal royna at halda uppgerðini á lívi so leingi sum gjørligt. Allir teir føstu leikararnir hjá KÍ eru tøkir til dystin. 

Les eisini: Patrik Johannesen: - Skulu tora og skulu geva alt fyri at koma víðari


([object Object](Seinast KÍ spældi á Svangaskarði var lagið framúr gott eftir seinasta bríksl - Mynd: Sverri Egholm)

Bert dysturin á Svangaskarði kann stroymast. Vit verða til dystin á Svangaskarði, har vit dagføra støðuna, hava myndir og taka samanum eftir dystin. Vit dagføra eisini frá dystinum í Belfast, ið vit fylgja eftir besta førimuni.

18.00: KÍ (0) - Luzern (1)  
(Les um Luzern, ið endaði 45 stig frá 1.plássinum farna kappingarár)
Stroyming: Televarpið

19.45: Linfield (2) - HB (2) 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder