placeholder
Hondbóltur

René Toft liðugur í HM-endaspælinum

Sterki strikuleikarin fekk ein so mikið álvarasaman skaða í lærkrikan í gjárkvøldið, at hann ikki kann spæla aftur í HM.

René Toft gjørdist skaddur í dystinum ímóti Norra í gjár
(Mynd: EPA)

René Toft gjørdist skaddur í dystinum ímóti Norra í gjár (Mynd: EPA)

2019-01-18 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stór gleði í hondbólts-Danmark eftir sigurin í bólkafinaluni á Norra í gjárkvøldið. Danska liðið var leingi sera sannførandi og vann at enda við fýra málum. Harvið taka danir fýra stig við sær til millumumfarið, ið byrjar í morgin, og har Danmark hevur sera góðan møguleika at spæla seg víðari til hálvfinaluna.

Les eisini: Hansen og Landin framúr donskum sigri 
                 Hann knústi okkum sundur

Tað komu tó tíðindi í morgun, ið hava doyvt donsku gleðina. Á tíðindafundinum í morgun staðfesti Nikolaj Jacobsen, at tað var skrædnað í lærkrikanum hjá René Toft Hansen undir dystinum í gjár. Landsliðsvenjarin harmaðist almikið, og sló fast at hetta er ein stórur missur fyri liðið. 

Eftir at René Toft fór út stutt inn í dystin í gjár, tóku Henrik Mølgaard og Simon Hald ábyrgd í miðverjuni, og hetta fegnast danskir hondbóltsviðmerkjarar um. Tað er tó eingin ivi um, at tað er ein smeitur, at 34-ára gamli strikuleikarin, ið er so stekur í verjuni og álopinum, ikki er tøkur restina av kappingini.

Toft hevur havt trupulleikar við lyskuni fyrr, og yngri beiggi hansara, Henrik Toft Hansen, hevur eisini verið darvaður av skaða. Men Nikolaj Jacobsen kundi eisini fortelja á tíðindafundinum, at Henrik hevði gjørt stór framstig, og at hann fór at verða meira testaður í dag. Tað er sannlíkt, at 32-ára gamli leikarin úr PSG kemur at avloysa stórabeiggja, nú millumumfarið fer at byrja. 

Nikolaj Øris hevur í løtuni trupulleikar við baklærinum, men tað er ikki vist, hvusu álvarsamt tað er. Casper U. Mortensen er við at koma fyri seg, og vongurin spældi eina løtu í sigrinum í gjár. 

Danmark spælir fyrsta dystin í millumumfarinum í annaðkvøld kl.19.30 ímóti Ungarn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder