Annað

Renna niðan á Sornfelli leygardagin

Bragdið skipar fyri Top Run 2019 á valdegnum.

2019-08-26 18:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í ár bjóðar ítróttafelagið Bragdið øllum renniáhugaðum til eina góða og øðrvísi avbjóðing.

Seinnapartin leygardagin er startskotið til kappingina, Bragdið Top Run 2019. Sum vant verður byrjað í Kollafjarðardali, og runnið verður niðan á Sornfelli.

Rennirutan er av nógvum hildin at verða ein av teimum harðastu, tí sum fyriskipararnir plagdu at siga, so er talan bert um tað einu brekkuna, sum er nakað long, 9,8 kilometrar.

Karmarnir eru teir somu, sum undanfarin ár. Startnummur verða útflýggjað á Effo støðini í Kollafjarðardali og somuleiðis kunnu klæðir latast í ein bil, sum koyrir niðan á Sornfelli. Har ber til at skifta í turr klæðir.

Aftan á renningina verða heiðursmerki handað inni í fjallinum har Bragdið bjóðar rennararnum ein drekkamunn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder