Íðkararnir í frælsum ítróttum hava í dag tryggjað sær fleiri finalupláss tá tey fyrstu heiðursmerkini í teimum styttri renniteinunum skulu avgerast í morgin.
Í 100 metra renning fyri menn rann Eiri Jógvansson Glerfoss sær finalupláss við at renna teinin í tíðini 11.57. Hin føroyski luttakarin í hesi kappingini, Leon Johannesen gjørdist nummar fimm í sínum riðli og kom ikki víðsri.
Í 100 metra renning fyri kvinnur verður ongin føroysk luttøka í finaluni. Bára Jógvansdóttir Glerfoss gjørdist nummar 4 í sínum riðli, og Tinna Berg Jørgensen nummar 5 og tað var ikki nóg mikið fyri at koma víðari.
Betri gekk í 400 metra renningini. Hjá kvinnunum komu bæði Oddvør Josephsen og Maria Biskopstøð víðari. Oddvør hevði tíðina 58,60 og Maria 59,09.
Hjá monnunum rann Jónas Gunnleivsson Isaksen í bestu tíð av øllum, 47,40, og átti sostatt at havt góðan møguleika at finna heiðursmerki í annaðkvøld. Eisini Dánjal Dahl Ljósheim við tíðini 49,90 tryggjaði sær pláss í finaluni.
Les eisini: Bára vann silvur í trístøkk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald