Annað

Ríðingarfelagið Sleipnir hevur fingið nýtt búmerki

Nýstovnaða ríðingarfelagið, Sleipnir, í Eysturoynni hevur fingið nýtt búmerkið..

(Mynd: Sleipnir)

(Mynd: Sleipnir)

2020-08-26 20:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrr í ár útskrivaði felagið búmerkjakapping og inn komu 13 uppskot. Ein samd nevnd valdi uppskotið hjá hollendsku Claire Oude Aarninkhof.

Grundgevingin fyri valinum er, at vinnandi uppskotið á ein áhugaverdan og hugfangandi hátt lýsir áttabeinta hestin Sleipnir. Búmerkið er eyðkent og týðiliga sniðgivið. Úttrykkið er einfalt við linju og rørslu og peikar bæði aftur í tíð og fram í tíð. Búmerkið er sera prentvinarligt.

Nevndin takkar fyri nógvu og góðu uppskotini. 

Sleipnir

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder