H71 spælir um vikuskifti áttanapartsfinalur móti spanska Atletico Guardés í European Cup.
Fyrri dysturin verður í kvøld og tann seinni í morgin. Báðir dystirnir verða leiktir klokkan 18.
Í H71 faldaranum verður skrivað, at Atletico Guardés helst er sterkasta lið H71 higartil hevur møtt í europeisku luttøkuni síni seinastu tvey árini.
Sponsku kvinnurnar hava í mong ár kappast frammarligar í fremstu sponsku deildini. Í løtuni liggur liðið sum nummar níggju í kappingini, og sambært heimasíðu felagsins er hetta ikki nøktandi og skyldast millum annað, at liðið higartil í kappingini hevur lutfalsliga nógvar dystir á útivølli. Spanska liðið hevur verið væl við fuyri í undanfarnu dystunum í europeisku kappingini og vunnið allar sera sannførandi og við stórum knúsandi málmunum.
Hoyvíkskvinnur hava fingið nýggjan venjara síðani tær fyrst í desember vunnu samanlagt á kekkiska Slavia Praha. Benjamin Røhmer Christiansen er givin og nú standa venjararnir hjá monnum, Simon Olsen og Djóni Gaard Joensen, á odda fyri H71-kvinnum.
Í faldaranum verður sagt, at allir leikarar eru tøkir, og lagt er tí upp til eitt veruligt brak í A Guarda.
Dysturin í kvøld kann stroymast her. Leinki til stroymingina verður at finna á Portalinum stutt undan dystarbyrjan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald