Alt í alt ein góður dagur. Soleiðis tekur føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, saman um triðja dagin í 7 daga longu súkklukappingini Tour de Normandie.
Tað sum eydnaðist, var at fáa liðfelagan Nicolai Brøchner aftur í gulu leiðslutroyggjuna.
Aftur í dag varð kappingin avgjørd í einum hópspurti. Her gjørdist Brøchner nummar tvey aftan á niðurlendingin, Arvid de Kleijn á Metec-liðnum, sum gjørdist dagsins vinnari.
Men Brøchner tryggjaði sær so mikið av bonus-tíð, at hann nú súkklar í gulu leiðslutroyggjuni, tá farið verður undir fjórða dagin í morgin.
- Hetta var ein ógvuliga harður dagur. Vit løgdu hart trýst á hópin í øllum brekkunum vit komu til, og hetta gav úrslit, tí italiumaðurin, sum vann í gjár og koyrdi í gulu leiðslutroyggjuni, megnaði ikki at fylgja við, og kom á mál langt aftan fyri teir fremstu, greiðir Torkil Veihe frá.
Fyri Torkil sjálvan gjørdist finalan miseydnað, tí hann punkteraði stutt fyri mál.
- Eg megnaði ikki at vinna hinar upp aftur áðrenn málstrikuna, so eg misti nakað av tíð í dag. Men tað er ongin vanlukka, nú vit hava Brøchner aftur í troyggjuni, sigur Torkil Veyhe.
Teinurin í dag úr BourgAchard til Elbeuf-sur-Seine var 147,5 kilometrar langur, og koyrt var so mikið hart, at tað ikki eydnaðist nøkrum av týdningi at sleppa fram um høvuðsbólkin.
Torkil Veyhe kom í mál í dag sum nummar 82, 3 minuttir og 20 sekund eftir vinnaran. Alberto Dainese, sum súkklaði í gulum, var í mál yvir eitt korter eftir vinnaran. Samlað er Torkil Veyhe nú nummar 82, 3 minuttir og 36 sekund eftir liðfelagan í gulu leiðslutroyggjuni.
Í morgin verður koyrt úr Tilly-sur-Seulles til Argentan, ein teinur á 173 kilometrar við nøkrum brekkum, sum á profilmyndunum síggja út til at vera nakað størri, enn teir higartil hava súkklað. Endað verður við einum 11 kilometra longum rundstrekki í Argentan, sum skal súkklast fimm ferðir.
Nicolai Brøchner (í grønari troyggju) gjørdist nummar tvey og súkklar í gulum í morgin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald