Fótbóltur

Robin Olsen stóð sum ein skansi í svenska málinum

Onki mál kom í dystinum millum Spania og Svøríki í gjárkvøldið.

Robin Olsen tók allar royndirnar hjá spaniamonnum at skora (Mynd: EPA)

Robin Olsen tók allar royndirnar hjá spaniamonnum at skora (Mynd: EPA)

2021-06-15 07:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spania hevði bólti so at siga alla tíðina í EM-dystinum í Sevilla í gjárkvøldið millum Spania og Svøríki.

Men hóast nógvar og stórar málmøguleikar, so kom einki mál í dystinum. Serliga svenski málverjin, Robin Olsen var ein skansi millum stengurnar, og tók alt.

Og hóast tað vóru spaniamenn, sum høvdu bóltin fyri tað mesta, var tað kortini sviar, ið høvdu teir størstu møguleikarnar. Serliga Alexander Isak vísti dygdir á altjóða stigi, og var óheppin ta einu ferðina, tá bólturin rakti málstólpan.

Eftir fyrsta umfar liggur Slovakia nú á odda í bólki E. Slovakia vann óvæntað dystin í Skt. Pætursborg móti Polandi.

Dysturin endaði 2-1 til Slovakia. Slovakar komu á odda í fyrra hálvleiki, tá polski málverjin Wojciech Szczesny gjørdi sjálvmál. Karol Linetty javnaði í byrjanini av øðrum hálvleiki, men Milan Skriniar avgjørdi dystin í 69. minutti. Tá spældu polakar við tíggju monnum eftir at polendingur var rikin av vølli við tveimum gulum kortum.

Í dag bólkur F, ið spælir fyrsta umfar sum tann síðsti bólkurin. Klokkan 17 spæla Ungarn pg Portugal í Budapest, og klokkan 20 verður stórdystur í München millum Frakland og Týsiland. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder