Tað fór eitt suð gjøgnum sponsku fjøldina, tá tað gjørdist greitt sunnukvøldið, at Rodri ikki fór at koma út til seinna hálvleik aftur. Liðformaðurin og stýrimaðurin á miðvøllinum var undan finaluni favroittur at vinna heiðurin sum besti spælarin í endaspælinum.
Soleiðis varð eisini, og Spania megnaði eisini at vinna uttan nummar 16. Martin Zubimendi úr Real Sociedad avloysti Manchester City-stjørnuna, og tað endaði 2-1. Eftir dystin kundi Rodri (Rodrigo) sum tann lyfta steypið, og sentrali miðvallarin fekk eisini heiðurin sum tann allarbesti í kappingini.
28-ára gamli miðvallarin bant onkursvegna tingini saman hjá Spania, sum hann eisini ger fyri Manchester City. Har hevur tað víst seg at verið týðiligt, at saknurin av Rodri er stórur, tá hann ikki spælir.
Rodri við EM-steypinum (Mynd: EPA)
Dagin fyri EM-finaluna fylti Lamine Yamal 17 ár. Tað er ótrúligt, at ein spælari í slíkum aldri kann avrika á so høgum stigi.
Í hálvfinaluni móti Fraklandi skoraði Barcelona-vongurin eitt frálíkt langskotsmál, og Yamal legði upp til nøkur afturat; millum annað 1-0 málið í finaluni.
Hetta skoraði Nico Williams, hin vong-rakettin hjá Spania. Hann var framúrskarandi í endaspælinum og kosin dagsins spælari í finaluni. Møguliga verður Williams liðfelagi við Yamal í Barcelona eftir endaspælið. Tað siga søgurnar nú. Lamine Yamal varð, ikki óvæntað, kosin til besta unga spælara í endaspælinum
Yamal við sínum persónliga steypi og EM-gullheiðursmerki. Hann kann røkka uppaftur størri hæddum um nøkur ár (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald