Kappróður

Rógva ikki umaftur hóast alt

Ormurin Langi er í serflokki, og staðfesti FM við uppvísningsróðri, hóast ivasaman stemning eina løtu eftir róðurin.

2019-07-28 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir róðurin var nakað av órógvi tí fýrverk fór í gongd, áðrenn síðstu skotini høvdu ljóðað. Hetta gjørdi, at tað gekk eina løta áðrenn úrslitið var greitt.

Eina løtu var talan um, at bátarnir skuldu rógva umaftur. Manningarnar noktaðu tó hesum, og søgdu, at fýrverkið ikki hevði ávirkað róðurin.

Sostatt er greitt at Ormurin Langi vinnur FM við fullari úrtøku, 49 stig.

10 mannafør
1. Ormurin Langi 04.05.18
2. Havnarbáturin 04.10.06
3. Suðuroyingur 04.10.45

Endaliga støðan
1. Ormurin Langi (49 stig)
2. Suðuroyingur (40 stig)
3. Havnarbáturin (37 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder