Fótbóltur

Rógvi Egilstoft Nielsen er nú NSÍ-leikari

Eftir seks kappingarár í EB/Streymi fer sterki vinstrabeini vágamaðurin nú at hava heimavøll við Løkin.

Rógvi roynir nú nýggjar avbjóðingar, og EB/Streymur skal hava nýggjan liðformann (Mynd: Jens Kr. Vang)

Rógvi roynir nú nýggjar avbjóðingar, og EB/Streymur skal hava nýggjan liðformann (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-04 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu tíðina hava gitingar verið um liðformannin hjá EB/Streymi seinastu árini, Rógva Egilstoft Nielsen. Hann hevur spælt næstan 200 dystir fyri besta liðið hjá EB/Streymi, ið hann kom til í 2013, men ongar ábendingar vóru um ein nýggjan sáttmála millum partarnar, og tað ljóðaði, at Víkingur og serliga NSÍ vóru áhugaði.

Bæði feløgini standa til at mangla ein vinstra bakk komandi ár: Hanus Jacobsen er givin eftir drúgva tænastu í Víkingi, og royndi Einar Tróndargjógv, ið fór aftur í gulu troyggjuna í seinnu hálvu í ár, heldur helst ikki í fremstu røð komandi ár. 

Líkt er til, at Rógvi verður nýggjur vinstri bakkur í Runavík. Í gjárkvøldið kunngjørdi NSÍ, at partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála. Í seinastu viku skrivaði bolt.fo, at Rógvi hevur vant við NSÍ, og nú er skiftið so veruleiki. 

[object Object]

Rógvi er nú gulur (Mynd: nsi.fo)

26-ára gamli orkuríki vágamaðurin kann røkja fleiri pláss, og Pætur Hentze, ið røkti plássið sum vinstri bakkur sera væl í fyrru hálvu í ár, er á veg aftur eftir ein álvarsaman skaða í fótinum.

Samanlagt hevur Rógvi Egilstoft Nielsen spælt 179 dystir í Betri deildini. Hann kom til EB/Streym úr 07 Vestur. Í seinnu hálvu í 2016, meðan EB/Streymur var í 1. deild, var Rógvi útleiðagur til Skála.

Hinir nýggir leikararnir hjá NSÍ til komandi ár koma ur júst Skála: Haraldur R. Højgaard og Jákup Jakobsen, umframt málverjin Karsten Hansen ið kemur aftur til barndómsfelagið, eftir at hava verið leigaður yvir um fjørð tvey tey farnu kappingarárini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder