Í gjárkvøldið var seinasta umfar í grundspælinum í svensku deildini á skránni.
IK Sävehof kom aftur á sigurskós. Liðið hevur langt síðani tryggjað sær 1. plássið í grundspælinum og spardi millum annað Óla Mittún - avgerandi evropeiskur dystur er á heimavølli týskvøldið.
Sävehof skal spæla minst tríggjar dystir móti Malmö, sum endaði á 8. plássi, og Óli og teir eru stórfavorittar í hesum fjórðingsfinalunum. Tær byrja í næstu viku.
Óli Mittún er profilur hjá IK Sävehof men hevur frí frá dystum á páskum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Systkinabarn Óla, Rói Ellefsen á Skipagøtu, er í gongd við sítt fyrsta ár í Svøríki. Hann er í Hallby, sum fyri kortum vann á nummar tvey Hammarby, men sum hevur verið heldur svingandi.
Rói og landsliðsliðfelagin Pætur Mikkjalsson eru í hópinum hjá Hallby, sum tapti á útivølli Kristianstad í gjár. Tað endaði 34-30 til verandi meistararnar.
Ársins spælari í Burn-deildini í fjør stóð seg væl. Rói Ellefsen á Skipagøtu gjørdi trý mál og legði upp til seks mál. 21-ára gamli spælskiparin verður helst týðandi í upp- og niðurflytingardystunum, sum Hallby noyðist at spæla.
Teir vera ímóti Vinslöf, sum endaði nummar fimm í næstbestu deildini. Hallby endaði nummar 11 av teimum 14 liðunum í Handbollsligan og eigur harvið eina rímiliga greiðan favorittleiklut. Spælt verður best av fimm dystum - fyrst upp í tríggjar sigrar - har tann fyrsti verður í næstu viku.
Pætur Mikkjalsson í skotroynd í minniliga EM-dystinum móti Noreg. Strikuspælarin fer skjótt aftur til danskan hondbólt. (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Pætur Mikkjalsson spælir ikki nógv beint nú. Stóra orsøkin er, at Pætur skiftur úr svenskum hondbólti til danskan hondbólt í summar, og Hallby vil nýta teir strikuspælararnar, sum halda fram. Skiftið til Team Sydhavsøerne í summar er uppá pláss, og tað varð kunngjørt í Trop-poddinum í vikuni.
26-ára gamli strikuspælarin kundi avdúka, at hann verður liðfelagi við Paula Mittún í næstbestu donsku deildini næsta kappingarár. Pætur skal lesa til fysioterapeut í Keypmannahavn og royna at flyta seg sum hondbóltsspælara samstundis.
Á Lollandi skal Pætir Mikkjalsson avloysa stinna Daniel Astrup, sum skiftir til júst svenskan hondbólt. Rói Ellefsen á Skipagøtu hevur sáttmála við Hallby fyri næsta kappingarár eisini, so dystirnir í næstum eru ógvuliga týðandi fyri unga landsliðsspælaran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald