Nú er lætt hjá øllum at fáa innlit í fíggjarviðurskiftini í føroyskari ítrótt við tað, at roknskapirnir hjá øllum 15 sersambondunum eru almennir og savnaðir á einum stað.
Á aðalfundinum hjá ÍSF í 2018 varð samtykt, at roknskapir hjá øllum sersambondum skuldu gerast alment tøkir á heimasíðuni hjá ÍSF. Avgerðin er liður í eini meira yvirskipaðari ætlan um at skapa meira opinleika og gjøgnumskygni, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.
- Í starvsnevndini hava vit tilvitað arbeitt rættiliga miðvíst fyri meiri gjøgnumskygni og opinleika seinastu árini, ikki minst á fíggjarøkinum. Tað ger seg eitt nú galdandi, tá játtanin til ítrótt av fíggjarlógini verður býtt millum sersambondini við sonevnda býtislyklinum, har virksemið í sersambondunum er avgerandi fyri, hvussu játtanin verður býtt. Roknskapirnir hjá sersambondunum eru sjálvsagt týdningarmiklir í hesum sambandi, og tí hildu vit tað eisini vera uppá sítt pláss at savna teir allar og gera teir lætt atkomiligar fyri øll, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen.
Teir 15 roknskapirnir hjá sersambondunum eru tøkir her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald