2024-01-28 21:50
Til aðalfundin hjá europeiska svimjisambandinum, European Aquatics (fyrrverandi LEN), ið var í grikska høvuðsstaðnum Athen leygardagin, varð Rókur í Jákupsstovu afturvaldur sum nevndarlimur.
Hetta er onnur seta hjá Róki í Jákupsstovu, og sætið er til 2028.
Tað er umráðandi fyri norðanlond at hava síni umboð og stórt fyri Føroyar, at hava eina rødd, sigur Svimjisambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald