Annað

Rókur tók 10 ára gamalt met

Rókur Trygvason tók um vikuskfitið eitt 10 ára gamalt met frá Pál Joensen.

Mynd: Svimjing.com

Mynd: Svimjing.com

2019-04-01 12:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

Rókur Trygvason úr Ægir setti um vikuskiftið nýtt føroyskt met í 50 metra frísvimjing á stuttgeil.

Atlantic Open 2019 var um vikuskiftið, og har svam Rókur 50 metrar frí uppá 23.14 sekund.

Tíðin var skjótari enn gamla føroyska metið, sum Pál Joensen átti á 23.19, frá tá ið hann vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009, skrivar Svimjing.com.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder