Portugal er á pappírinum ein rímiliga greiður favorittur, men Marokko hevur í hesum endaspælinum prógva, at hetta ikki nýtist at merkja nakað. Norðurafrikanska liðið vann sín bólk frammanfyri Kroatia, og sendi millum annað Belgia út, og í áttandapartsfinaluni fekk Spania banahøggi í brotssparkskapping.
Portugal vann sína fjórðingsfinalu heili 6-1 á Sveis. Tá vakti tað stóran ans, at Cristiano Ronaldo byrjar á bonkinum. Skrivað og gitt hevur verið dúgliga um hansara ónøgd í portugisisku leguni, og venjarin Fernando Santos og portugisiska fótbóltssambandið hava verið úti og fullkomiliga avsannað gitingar um, at 37-ára gamla stjørnan hevur havt ynski um at fara heim.
21-ára gamli Goncalo Ramos skoraði HM-hattrikk í sínum bert fjórða A-landsdysti fyri Portugal (Mynd: EPA)
Ronaldo varð skiftur inn, tá átjan minuttir vóru eftir av dystinum móti Sveis (Mynd: EPA)
Tað er tó ikki so nógv at vera bilsin um, at Ronaldo aftur byrjar á bonkinum í dag. Avlosyarin Goncalo Ramos gjørdi hattrikk, og hann og skapandi Joao Felix og Bruno Fernandes vera tríggir teir fremstu hjá Portugal aftur í dag. Einasta broytingin, ið Santos hevur gjørt, er at tekniskt sterki Ruben Neves er tann mest verjukendi á miðvøllinum. Meira fysisiki William Carvalho verður so á bonkinum - hetta bendir á, at venjarin veit, at liðið helst fer at hava bóltin heilt nógv.
Eisini Joao Cancelo stendur aftur á listanum millum útskiftararnar. Hetta kemur heldur óvart á - Diego Dalot og Raphael Guerreiro eru tiknir frammum City-bakkin.
Fyrsta bríksl verður klokkan 15. Marokko hevur nógvan stuðul í Katar og aðrastaðni: Norðurafrikanska landið umboðar nú alt Afrika og eisini arabiska heimin, og vælskipaða og verjukenda liðið kann geva portugisisika favorittunum stórar trupulleikar. Marokko hevur eisini søguna at spæla fyri: Hetta er fjórða afrikanska landið, ið hevur verið í einari fjórðingsfinalu. Kamerun (1990), Senegal (2002) og Ghana (2010) hava eisini verið millum tey seinastu átta - einki afrikanskt lið hevur spælt seg í eina hálvfinalu fyrr.
Yassine Bounou - vanliga nenvdur Bono - gjørdist stóra hetjan hjá Marokko
Hakimi avgjørdi - Stóri sigurin á Spania hevur fingið Marokko at droyma meira (Myndir: EPA)
HM-fjórðingsfinalur
Í dag, Leygardagin 10.12:
15.00: Marokko - Portugal (KVF/TV2/TV2 Play)
19.00: Ongland - Frakland (KVF/DR1/TV2 Play)
Í gjár, fríggjadagin 09.12:
Niðurlond - Argentina 5-6 eftir brotssparkskapping (2-2 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
Les eisini: Argentina slapp við skrekkinum
Kroatia - Brasil 5-3 eftir brotssparkskapping (0-0 eftir vanliga leiktíð, 1-1 eftir longda leiktíð)
Les eisini: Kroatia basti Brasil í brotssparkskapping
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald