Fótbóltur

Ronaldo hevur nú vunnið øll steypini í Onglandi, Spania og Italia

Juventus vann í gjárkvøldið Coppa Italia fyri 14. ferð, og hetta var harvið eitt plástur uppá sárið í einum kappingarári, ið hevur verið eitt vónbrot. Finalan móti Atalanta endaði 2-1.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-20 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuskiftinum fer Inter Milan at lyfta Serie A-steypið. Tað verður fyrstu ferð í tíggju ár, at Juventus ikki ger tað. Í 2011 vann AC Milan sokallaða Scudetto, og í ár hava grannarnir verið stinnast.

Porto sló Juventus út í áttandapartsfinaluni í Champions League, so talan hevur als ikki verið um eitt gott kappingarár hjá "gomlu damuni". Juventus liggur í løtuni bert á einum Europa League-plássi og skal vinna á Bologna sunnudagin, samstundis sum hjálp kemur aðrastað frá, um Champions League skal røkkast.

Tað kann verða Atalanta, ið hevur tryggjað sær pláss til kappingina komandi ár, sum letur Juventus eina hjálpandi hond, við at taka stig frá AC Milan, ið kemur á vitjan í Bergamo sunnudagin. Tað var júst Atalanta, sum var mótsstøðuliðið hjá Juventus í Coppa Italia finaluni á Mapei leikvøllinum í Reggio Emilia í gjárkvøldið. Mest vinnandi felagið í Italia vann kappingina fýra ár á rað - frá 2015 til og við 2018 - og í gjár bragdaði aftur.

Juventus kom á odda, tá hálvur tími var leiktur, men tìggju minuttir seinni fekk Atalanta javnvág í. Sigursmálið kom í 73. minutti, tá Federico Chiesa skoraði. Sviin Dejan Kulusevski, ið skal til EM í summar og sum skoraði 1-0 málið, legði upp. Harvið kundi Juventus lyfta steypið fyri 14. ferð. Tað er fimm ferðir fleiri, enn Roma sum hevur næstflest steypasigrar.

Cristiano Ronaldo spældi alla finaluna, men var ikki við í nøkrum av málunum. 36-ára gamli áleyparin spælur møguliga sín seinasta dyst fyri Juventus í vikuskiftinum. Við sigrinum í gjár hevur hann verið við at vunnið øll steypini, sum eru at vinna í Italia. Portugisiski leikarin vann eisini øll steypini í Onglandi við Manchester United, umframt alt sum var at vinna í Spania við Real Madrid.

Harumframt hevur Ronaldo millum annað vunnið Chmapions League fimm ferðir og tvey steyp við Portugal. Talið av steypum hjá honum er 34 - tað er eitt færri enn Lionel Messi hevur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder