Í døgunum 29. juni til 2. juli skipar Fimleikafelagið Ljósið fyri summarskúla fyri øll børn úr 1. upp til 6. flokk.
Endamálið við summarskúlanum er at geva børnum eitt gott høvi til at røra seg og læra nýggj børn at kenna í summarferiuni.
Summi børn hava gjørt fimleik fyrr, onkur kanska í fleiri ár, meðan onnur koma fyri at vita, um fimleikur er nakað fyri tey – pláss er fyri øllum, skrivar Ljósið í tíðindaskrivi.
Ljósið skipaði eisini fyri summarskúla í fjør og eydnaðist hetta so væl, at eingin ivi var um, at tiltakið eigur at vera afturvendandi, siga fyriskipararnir.
Á skránni í ár er amboðsfimleikur, estetiskur fimleikur, crossfit, parkour, postarenning, spøl og hugni fyri rest.
Børnini fara í tveir aldursbólkar – 1. til 3. flokkur (eisini tey, sum fara í 1. flokk í summar) og 4. og 6. flokkur.
Byrjað verður klokkan 09.30 um morgunin, og hildið verður á til klokkan 13.30 allar dagarnar.
Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald