Tað var lagt upp til spennandi FM-finalu hjá dreingjunum, og ólavsøkuróðurin livdi eisini sanniliga upp til hetta.
Royndin Fríða kom sera væl frá byrjan, meðan Heykur byrjaði illa. Komin innum Molan harðnaði kappingin so hvørt, og seinastu tøkini var ikki til at dagar ímillum bátarnar. Tað gjørdist tó greitt, at teir úr Hósvík júst vórðu ov stuttir, og teir á Royndini Fríðu kundu fegnast. Talan er um næmingar á Ítrottarháskúlanum, ið hava róð við bátinum í ár.
Tann blái báturin var ikki meira enn enn 20 hundradapartar frammanfyri, tá samanum kom, og eitt stig skiltu Heyk og Royndina í samlaða FM-úrslitinum. Karin úr Klaksvík var eisini væl við størsta partin av túrinum og vann bronsu í dag og samanlagt.
5 mannafør dreingir
1. Royndin Fríða 04.37.17
2. Heykur 04.37.37
3. Karin 04.38.25
4. Drekin
5. Ørnin
6. Tjaldrið
7. Jallurin
8. Sílið
9. Firvaldur
Endaliga støðan
1. Royndin Fríða (42 stig)
2. Heykur (41 stig)
3. Karin (32 stig)
4. Drekin (31 stig)
5. Sílið (15 stig)
6. Firvaldur (14 stig)
7. Tjaldrið (12 stig)
8. Ørnin (7 stig)
9. Jallurin (2 stig)
10. Teistin (0 stig)
Annað
Royndin Fríða føroyameistari hjá dreingjum eftir spennandi finalu
Vágbingarnir megnaðu akkurat at knógva Heyki - bert tjúgu hundradapartar vóru á muni.
2019-07-28 17:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald