Kappróður

RSF staðfestir avgerðina - fara nú at kæra víðari til dómsnevndina

Firvaldur fekk reytt kort á Eystanstevnu fyri at stýra skeivt. Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevur fingið svar uppá kæruna frá Róðrarsambandinum.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-19 22:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

RSF staðfestir avgerðina hjá høvuðsdómaranum hjá 5 mannaførum gentum á Eystanstevnu at kolldøma Firvald.

Firvaldur kom fyrstur á mál, men stutt eftir gjørdist greitt, at báturin fekk reytt kort fyri ikki at hava hildið pláss og fyri at órógva kappingarneytarnar. Róðurin var tí ikki galdandi fyri Firvald, og hann fekk null stig.

- Nevndin metir seg ikki at hava fingið nøktandi svar, og fer tí at kæra víðari til dómsnevndina hjá RSF, skrivar Linn Mohr Augustinussen vegna nevndina í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag á Facebook í kvøld.

Hendingin á Eystanstevnu tann 13. juni sæst á kvf.fo her

Úrslit hjá 5-mannaførum við gentum:

Nr. Bátanavn Tíð Stig Gult kort Reytt kort
1 Drekin 05:31.26 7 0 0
2 Jallurin 05:32.26 6 0 0
3 Fípan Fagra 05:33.31 5 1 0
4 Frúgvin 05:36.40 4 0 0
5 Rókurin 05:38.47 3 0 0
6 Teistin 05:40.07 2 0 0
7 Ingibjørg 05:44.26 1 0 0
8 Spógvin 05:46.30 0 0 0
9 Falkur 05:51.25 0 0 0
10 Sílið 05:52.19 0 0 0
11 Ternan 05:55.02 0 0 0
12 Blikur 06:08.49 0 0 0
13 Firvaldur 00:00.00 0 0 1

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder