Bert ein svimjari hevur nakrantíð megnað at stomið 50 metra ryggsvimjing undir 24 sekund.
Tað hendi í gjár, tá 20 ára gamli russarin, Kliment Kolesnikov, setti nýtt heimsmet í EM-hálvfinaluni í 50 metra rygg í langhyli. Tíð hansara var 23,93 sekund. Harvið sló hann egna met sítt, ið hann setti undir EM í 2018.
Føroyska metið í 50 metra ryggsvimjing í langhyli er 26,34 sekund. Metið eigur Magnus Jákupsson, sett í Esbjerg í 2012.
EM í svimjing verður hildin í ungverska høvuðsstaðnum Budapest.
Ein føroyskur svimjari er við í hesi kappingini, nevniliga Sighild Joensen, ið eisini kappast í ryggsvimjing.
Hon skal royna seg á 50 metra teininum í dag. Hósdagin er 100 metra teinurin á skránni og leygardagin skal hon svimja 200 metra ryggsvimjing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald