Uttanlands

Sakna eina greiða ætlan fyri OL

Ætlanin um at halda OL í Tokyo í summar eigur at verða endurskoðað, og eiga myndugleikarnir í Japan at leggja eina greiða ætlan fyri, hvussu mann tryggjar ítróttafólk og onnur, sum koma til landið í sambandi við OL, halda serfrøðingar.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-17 17:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ætlanin um at skipa fyri OL í Tokyo í summar eigur at verða tikin til umhugsanar av nýggjum, halda serfrøðingar.

Tað framgongur í grein, sum blaðið British Medical Journal hevur almennakunngjørt.

Høvundar at greinini eru heilsugranskarar úr bæði Stórabretlandi og Japan. Teir halda, at ætlanin um at halda OL sum ætlað stríðir ímóti teimum skyldum, sum Japan hevur at hjálpa til við at tryggja heilsuna og trygdina hjá fólkinum.

Landið, sum í summar skal vera vertur fyri Olympisku Leikunum er í løtuni rakt av fjórðu smittubylgju, og í greinini stendur eisini, at tey í Japan, í mun til fleiri onnur asiatisk lond, hevur víst, at tey ikki eru før fyri at fáa tamarhald á smittuni.

Í hesum sambandi verður m.a. víst á, at tað hvørki gongst væl at kanna ella at koppseta, skrivar Ritzau.

– Fyri at verja ítróttafólk móti koronu skal Japan menna og brúka eina greiða ætlan fyri, hvussu mann koyrir burtur vandan fyri smittuspjaðing innanfyri landamørkini, stendur í greinini.

Eisini mæla serfrøðingarnir til, at ein greið ætlan verður løgd fyri, hvussu mann tekur ímóti útlendskum ítróttafólkum, tíðindafólkum og samstarvsfeløgum.

Sambært Altjóða Olympisku Nevndini (IOC) gongur alt sum æltað við fyrireikingunum, og OL fer av bakkastokki í Tokyo 23. juli. Leikirnir enda 8. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder