Annað

Samkoma í gamla ÍSF-húsinum

Fríggjadag seinnapart var ein lítil samkoma í gamla ÍSF-húsinum í Havn, sum nú fer í søguna.

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-10-24 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadag seinapart var ein lítil samkoma í gamla ÍSF-húsinum í Havn, sum nú verður tikið niður, nú Langhylurin og Vælverudepil verða bygdir á staðnum.

Á samkomuni vóru ymisk ítróttarfólk, sum eisini hava verið uppií arbeiðinum í ymiskum ítróttarsambondum, sum tóku orðið, skrivar Tórshavnar kommuna.

Upprunahúsið varð bygt í 1963-64, og tað var hondbóltsfelagið Neistin, sum bygdi húsini. Eini 10 ár seinni yvirtók ÍSF húsini, sum so vórðu útbygd í 1982.

– Vit øll fegnast um, at vit nú koma eitt stig nærri langhylinum, nú kommunan hevur yvirtikið ÍSF-húsini, segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

ÍSF leigar fyribils úti á Frælsinum frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, og so er ætlanin at útvega ÍSF góðar karmar til egið virksemi í Gundadali nakað skjótt.

– Hetta er eisini sera týdningarmikið, so ÍSF sum felagsskapur verður varðveittur sum ein stór savnandi eind, legði borgarstjórin aftrat.

Niðanfyri síggjast myndir frá samkomuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder