Fótbóltur

Samuel Chukwudi kosin besti spælari hjá SJK fyri seinasta mánaðin

22-ára gamli føroyiski miðverjin heldur fram at gera vart við seg í FInnlandi. SJK vann í gjár 3-2 í evstu løtu og er nú bert trý stig frá 1. plássinum.

Samuel Johansen Chukwudi í Conference League-dystinum móti KÍ í juli. Tá eydnaðist ikki so væl hjá finska liðnum, men í landskappingini hevur gongdin í stóran mun verið góð síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Samuel Johansen Chukwudi í Conference League-dystinum móti KÍ í juli. Tá eydnaðist ikki so væl hjá finska liðnum, men í landskappingini hevur gongdin í stóran mun verið góð síðani (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-26 15:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eyðun Klakstein staðfesti til landsliðsúttøkuna í gjár, at "tað hevur sjálvdan gingið væl hjá føroysku fótbóltsútisetunum".

Sí eisini (Video): - Kappingin um landsliðsplássini er harðari nú

Eitn av útisetunum í framgongd og eitt av nøvnunum, sum landsliðsvenjarin las upp, var Samuel Johansen Chukwudi. Miðverjin var noyddur at geva avboð til dystirnar í juni, tá hann var darvaður av einum skaða.

Annars hevur í stóran mun gingið væl hjá havnarmanninum, síðandi skiftið úr HB til HJK í vetur. Samuel er fastur og týðandi maður hjá SJK Seinajoki og hevur millum annað fingið stórt rós í finsku miðlunum

SJK Seinajoki hevur eisini givið 22-ára gamla føroyinginum eina viðurkenning: Besti spælari fyri seinasta mánað, har Samuel Chukwudi - fyriuttan at vera stinnur í verjuni eisini skoraði og legði upp til mál.

Í góðari gongd - kappast í oddinum

Í gjár kom SJK afturum tíðliga í 2. hálvleiki, tá Haka skoraði tvey brotspørk innanfyri átta minuttir.

Tað var 2-1, men stutt seinni javnaði SJK og í yvirtíðini kom sigursmálið.

Sigurin í 21. umfari var tann fjórði á rað hjá Samuel Chukwudi og teimum. Føroyingurin spældi aftur fullan dyst í miðverjuni.

SJK Seinajoki er á 5. plássi, men tað eru bert trý stig upp til 1. plássið í tætta oddastríðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder