Annað

Sandavágs Talvfelag føroyameistari

FM-sigurin er tann sætti hjá Sandavágs Talvfelag í fremstu deildini.

Sandavágsmenn vinna í dag toppdystin móti havnarmonnum 3-1. Á myndini síggjast Silas Eyðsteinsson, Rógvi Egilstoft Nielsen og Høgni Egilstoft Nielsen (Mynd: jn.fo)

Sandavágsmenn vinna í dag toppdystin móti havnarmonnum 3-1. Á myndini síggjast Silas Eyðsteinsson, Rógvi Egilstoft Nielsen og Høgni Egilstoft Nielsen (Mynd: jn.fo)

2019-04-06 19:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sandavágsmenn gjørdu bart á Giljanesi í dag. Við greiðum 3-1 sigri á undanfarna meistaraliðnum úr Havn í seinasta umfari í landskappingini var allur ivi burturbeindur.

Árið er minniligt hjá Sandavágs Talvfelag. Felagið er 50 ára gamalt, og vinnur nú meistaraheitið við telvarum, sum allir hava sín uppruna í felagnum. Hini FM-árini vóru Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen, sum hava røtur í Havnar Telvingarfelag, týðandi stuðlar hjá vágamonnum. 

FM-sigurin er tann sætti hjá Sandavágs Talvfelag í fremstu deildini. Teir hava tí lagt seg fram undir liðina á Vestmanna Talvfelag, og nærkast Klaksvíkar Talvfelag, sum hevur vunnið FM-heitið fyri lið átta ferðir. Enn er kortini langur vegur at røkka Havnar Telvingarfelag við sínum 23 FM-sigrum í bestu deildini.

Meistararnir flongdir

Uppskriftin hjá sandavágsmonnum í finaluni í dag var einføld. Teir vunnu við hvíta fólkinum á øðrum og fjórða borði, og telvaðu javnt við svørtum á fyrsta og triðja borði. 

Rógvi Egilstoft Nielsen kollrendi Olaf Berg, og Torkil Nielsen snýtti Rógva Mortensen í eini spentari støðu, sum Rógvi helst ikki átti at tapt. Men støðan var taktiskt lødd, og tá er Torkil bestur. Á triðja borði sótu Silas Eyðsteinsson og Sjúrður Thorsteinsson við jøvnum talvi, sum hvørgin tóktist at fara at vinna.

Á fyrsta borði møttust teir báðir sterkastu telvararnir í Føroyum. Heldur ikki hesaferð eydnaðist stórmeistaranum Helga Dam Ziska at basa Høgna Egilstoft Nielsen. Talvið endaði remis. Helgi hevði lítlan fyrimun eftir rokmiklan dyst, men brádliga samdust teir um javnleik. Kanska var støðan remis, men hevði Helgi ikki skula av landinum við flogfari seinnapartin, hevði hann ivaleyst roynt at vunnið. 

Onkursvegna eitt sindur hugstoytt, at okkara fremstu telvarar, sum í dag brustu saman á 1. borði í sjálvari FM-finaluni, høvdu annað enn bara telvingina í tonkunum; annar skuldi kvika sær av oynni at spæla fótbóltsdyst í næstbestu deildini, og hin í skundi á vikuskiftisferð til Danmarkar. Kundi hetta komið fyri í finaludysti í nakrari aðrari kappingarítrótt í Føroyum? 

Havnarmenn vóru eitt sindur skerdir til hendan avgerandi finaludystin í dag. Martin Poulsen er sum nýggjur maskinmeistari júst farin til skips, og Carl Eli Samuelsen var sum nevndarlimur í Føroya Lærarafelag staddur á árligum aðalfundi. 

Sannførandi FM-avrik

Eftir at Havnar Telvingarfelag hevur vunnið meistaraheitið seinastu tvey árini tóku sandavágsmenn sær aðrar partar fyri í vetur. Avrikið hevur verið ógvuliga sannførandi. Teir vunnu átta dystir og telvaðu tveir javnar. 

Lykilin til góða úrslitið man fyrst og fremst vera góða samanhaldið og liðandin. Teir fýra bestu eru fastir fúsir. Tað er rárasta hending, at teir geva avboð, hóast tríggir spæla fótbólt á toluliga høgum stigi. Allir eru kappingarmenn og felagsmenn um ein háls. Hartil hevur Sandavágs Talvfelag í fleiri ár verið kent fyri sítt góða felagslív.

Brøðurnir Høgni og Rógvi hava einastandandi góða úrtøku á fremru borðunum. Har er næstan eingin, sum stendur teimum kurl. Pápin, sum í síni tíð var í fremstu røð, er ógvuliga tryggur á fjórða borði. Og so er ikki at gloyma, at Silas Eyðsteinsson er vorðin ein stúttur og týðandi partur av hesari lokalu manningini, sum grundað er á sterku Nielsen-talvfamiljuna í Sandavági.

Úrstøkan hjá kjarnumanningini hjá ST í vetur er henda:

Høgni Egilstoft Nielsen 8½/10

Rógvi Egilstoft Nielsen 7/8

Silas Eyðsteinsson 6/9

Torkil Nielsen 8½/10

Hyggja vit at úrtøkuni hjá kjarnumanningini hjá Havnar Telvingarfelag gerst myndin ógvuliga klár. Havnarmenn hava ikki havt eina fasta manning í ár, tí teir bestu hava í miðal bara verið tøkir til annanhvønn dyst. 

Helgi Dam Ziska 3½/5

Martin Poulsen 4½/6

Olaf Berg 2½/5

Carl Eli Samuelsen 4½/6

Sjúrður Thorsteinsson 5/6

Endaliga støðan í 1. deild

Sandavágur 31 stig

Havnin 27½

Klaksvík 20

Havnin (2) 14½

Kollafjørður 14

Klaksvík (2) 13

Vestmanna Talvfelag vann 2. deild og flytur upp í 1. deild. Í 3. deild vann Kollafjarðar Talvfelag. Øll úrslit í dag og endaligu støðurnar í øllum deildunum kunnu síggjast á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Seks FM-heiti

Sandavágs Talvfelag hevur verið stóra felagið í føroyskari telving seinastu tíggju árini. Seks FM-heiti eftir níggju árum talar fyri seg.

2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
 
[object Object]
Sandavágs Talvfelag FM-vinnari 2019. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson, Ingi Wiberg, Rógvi Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen. Mynd: jn.fo
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder