Meistaraliðið í føroyskari telving, Sandavágs Talvfelag, var aftur eirindaleyst í dag, og vann ein knúsandi sigur í útidystinum móti Klaksvíkar Talvfelag. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen vunnu allir á ávikavist Ólavi Simonsen, Finnbjørn Vang, Terja Petersen og Rana Baldursson. Tað man vera nakað síðani, at klaksvíkingar hava tapt á hvørjum borði í 1. deild.
Havnar Telvingarfelag vann eisini 4-0 í dag. Dysturin stóð móti Kollafjarðar Talvfelag. Kollfirðingar høvdu styrkt seg við íslendinginum Rúnar Berg, sum hevur verið góður stuðul hjá klaksvíkingum okkurt av undanfarnu árunum. Havnarmenn høvdu tveir heilt ungar telvarar á 1. liði í dag, 13 ára gamla Luitjen Akselson Apol og 16 ára gamla Leif Reinert Fjallheim, sum nýliga eru afturkomnir úr ungdómskapping í Svøríki. Teir loystu av meira royndar telvarar sum Martin Poulsen, Olaf Berg og Carl Eli Samuelsen, og tað gekk upp á stás. Helgi Dam Ziska, Sjúrður Thorsteinsson, Luitjen Apol og Leif R. Fjallheim vunnu á ávikavíst Rúnar Berg, Kára Petersen, Bernhard Thomsen og Hanus Joensen.
Triði dysturin í 1. deild í dag var millum Vestmanna og B-liðið hjá Havnini. Vestmenningar vunnu 2½-1½. John Rødgaard var við á vestmannaliðnum í dag og vann á Rógva Mortensen. Á øðrum borði endaði javnt millum Suna Merkistein og Jákup á Rógvu Andreasen. Samson Højgaard vann á Andrias Ziska, og Margar Berg vann á Kára Durhuus.
Úrslit í 3. umfari:
Klaksvík - Sandavágur 0-4
Havnin - Kollafjørður 4-0
Havnin B. - Vestmanna 1½-2½
Støðan í 1. deild:
Sandavágur 11 stig
Havnin 6 (ein dyst færri)
Klaksvík 5½
Havnin B 4½
Vestmanna 3 (ein dyst færri)
Kollafjørður 2
Útsetti dysturin í øðrum umfari millum Vestmanna og Havnina verður telvaður komandi sunnudag. Fjórða umfar verður 17. november. Fimta umfar verður 1. desember. Tá møtast favorittarnir Sandavágur og Havnin í fyrra sínamillum toppdystinum. Í alt eru tíggju umfør. Kappingin endar 21. mars 2020.
Meira sæst at lesa um liðkappingina á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.
Carlsen avsmurdur
Norðmenn eru heldur enn ikki nipnir av vánaliga avrikinum hjá Magnusi Carlsen í sonevndu Fischer-random HM-finaluni í talvi í Noregi um vikuskiftið. Wesley So úr USA var so sannførandi í finaluni, at norski heimsmeistarin formáddi sær einki. Endaliga úrslitið var, at Wesley So vann heili 13½-2½ á norska heimsmeistaranum eftir kviktelving við styttri og longri umhugsunartíð umframt snartelving.
Henda HM-telvingin var ein roynd at útinna gamla uppskot Bobby Fischers um at nullstilla talvið við eini heilt øðrvísi byrjanaruppstilling. Øll hevdvunnin ástøði fellur tí burtur og byrjast má av nýggjum. Fischer helt longu fyri hálvari øld síðan, at talvið í sínum klassiska standardformi er so tugt og tanlað og granskað, at tað gongur til grundar áðrenn langt umlíður. Tað man ikki fara at vera, og um hetta slagið av telving fer at vinda upp á seg, so at tað verður ein hóttan móti upprunatalvinum, man eisini vera ógvuliga ivasamt.
Russland EM-vinnari
Stórur spenningur valdaði fyri síðsta umfar í EM-kappingini fyri landslið í talvi, sum endaði í gjár. Russland vann í harðari kapping við Ukraina og Ongland. Russland fekk 15 dystarstig, Ukraina og Ongland 14 hvør á øðrum og triðja plássi.
Topddystirnir í níggjunda og síðsta umfari:
Russland-Poland 2½-1½
Ukraina-Kroatia 2-2
Ongland-Týskland 2½-1½
1 Russland 15
2 Ukraina 14
3 Ongland 14
4 Armenia 13
5 Kroatia 12
6 Aserbadjan 11
7 Spania 11
8 Týskland 11
9 Frakland 11
10 Kekkia 11
Svøríki var nummar 21, Norra 22, Ísland 31, Danmark 32 og Finnland nummar 34. 40 lond vórðu umboðað í EM-kappingini í Georgia.
Føroyar vóru ikki við hesaferð. Í 2017 gjørdust Føroyar nummar 36 av 40 londum í EM-kappingini á Kreta. Vit løgdu tá Belgia, Skotland, Albania og Kosovo afturum okkum. Tað var frálíkt føroyskt úrslit. Tá høvdu vit okkara fremstu fimm telvarar á landsliðnum: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og John Arni Nilssen. Í ár eydnaðist ikki at senda nóg kappingarføra manning avstað, og tað tók Talvsambandið til eftirtektar. EM er krútsterk kapping, og har hava vit einki at gera, fáa vit ikki mannað okkum við tí allarbesta liðnum.
(Skrivað hevur Suni Merkistein, Talvssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald