Annað

Sandavágur ella Havnin

Í dag fellur avgerðin í landskappingini í talvi. Oddaliðini Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag møtast í rættari FM-finalu á Giljanesi.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-05-23 10:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyameistararnir úr Vágum eru hálvtannað stig fremri, og standa seg tí við javnleiki ella teprum ósigri. Havnarmenn skulu vinna dystin í minsta lagi 3-1 fyri at tryggja sær meistaraheitið.

Talvsamband Føroya fer at varpa leikirnar á teimum fýra borðunum í FM-finaludystinum beinleiðis á netinum. Dysturin byrjar klokkan 14.00. og til ber at fylgja við leik fyri leik á øllum fýra borðum. Leinkið sæst á heimasíðu Talvsambandsins, faroechess.com.

Ikki er greitt hvørjir manna liðini í finaludystinum í dag. Kanska er eitt sindur av taktikki uppi í, at einki verður kunngjørt frammanundan. Men eingin ivi er um, at báðir partar ætla at manna seg við sínum sterkasta liði. Hjá Sandavágs Talvfelag er helst eingin ivi um, hvør sterkasta manningin er. Feðgarnir Torkil og synirnir Rógvi og Høgni eru kjarnin á liðnum. Og eingin ivi er heldur longur um, at Silas Eyðsteinsson er fjórði telvarin á liðnum. Hóast Bernhard Augustinussen og Ingi Wiberg hava fulla úrtøku sum avloysarar, er styrkitalið hjá Silasi munandi hægri enn hjá eykamonnunum.

Skalt tú seta sterkasta liðið hjá Havnar Telvingarfelag er skjótt at manna fyrstu trý borðini. Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen og Olaf Berg eru sjálvskrivaðir. Hvør fjórði telvarin skal vera er meira óvist, tí torført kann vera í løtuni at taka dagar ímillum Carl Eli Samuelsen, Sjúrð Thorteinsson og tann blaðunga Luitjen Akselsson Apol, sum man vera hitt mest spennandi navnið millum yngri telvarar í Føroyum. Vansin hjá havnarmonnum hevur verið, at fremstu telvararnir hava ikki verið tøkir til allar dystirnar. Tí hava ikki færri enn níggju mans eftir tørni mannað tey fýra borðini. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er liðskipari, og hevur havt spælarafund við leikhópin í vikuni. Helgi mannar sjálvur liðið til dystin í dag.

Niðanfyri hava vit sett upp úrtøkuna hjá báðum finaliðunum fyri seinasta umfar í dag. Telvararnir eru settir upp í rættari borðrøð. Fremst sæst styrkitalið hjá hvørjum telvara, síðani stiga- og dystartal.


Sandavágs Talvfelag

2413 Høgni Egilstoft Nielsen 6/9
2382 Rógvi Egilstoft Nielsen7½/9
2040 Silas Eyðsteinsson 2½/5
2145 Torkil Nielsen 8/9
1921 Bernhard Augustinussen 2/2
1820 Ingi Wiberg 2/2


Havnar Telvingarfelag

2533 Helgi Dam Ziska 6½/7
2266 Martin Poulsen 4/5
2225 Olaf Berg 3½/5
2188 Carl Eli Samuelsen 1/2
2131 Sjúrður Thorsteinsson 4/6
2129 Luitjen Akselsson Apol 5/7
2034 Rógvi Mortensen 0/1
1985 Leif Reinert Fjallheim 1½/2
1872 Andrias Ziska 1/1


Einaráðandi

Líta vit at yvirlitinum yvir FM-røðina í talvi í 1. deild seinastu tíggju árini sæst, at bara tvey lið hava vunnið - Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.

Klaksvíkar Talvfelag er hitt seinasta av hinum feløgunum, sum hevur vunnið FM-heitið í liðkappingini. Tað var í 2010.

Sandavágs Talvfelag hevur vunnið øll síni seks FM-heiti hesi seinnu árini, og er soleiðis vorðið nýggja stórfelagið í føroyskari telving. Felagið varð stovnað í 1969. Gutti Petersen var undangongumaðurin fyrstu nógvu árini. Og tá felagið fylti hálvthundrað í fjør, eydnaðist teimum at vinna sætta meistaraheitið - tá við telvarum burturav, sum allir høvdu sín uppruna í felagnum

2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST

Telvað hevur verið um FM-heitið í liðtelving síðani 1971. Havnar Telvingarfelag hevur vunnið mest hesi árini.

HT 23 (Havnar Telvingarfelag)
KTF 8 (Klaksvíkar Talvfelag)
ST 6 (Sandavágs Talvfelag)
VT 6 (Vestmanna Talvfelag)
KT 4 (Kollafjarðar Talvfelag)
TT 1 (Tofta Talvfelag)
TFS 1 (Talvfelagið Streymur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder