Í dag verða seinastu leikirnir fluttir í landskappingini í talvi. Dystirnir í øllum deildum fara fram í skúlanum á Giljanesi, og teir eru fyri lítlari løtu síðani farnir í gongd.
FM-vinnarin skal finnast í røttum finaludysti millum oddaliðini úr Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Vágamenn hava munin undan uppgerðini og tryggja sær meistaraheitið, um vinna havnarmenn ikki vinna dystin í minsta lagi 3-1.
Tveir á liðnum hjá sandavágsmonnum skuldu eisini spæla 1. deildardyst við 07 Vestur í dag, men tann dysturin byrjar ikki fyrr enn klokkan 17.00, og tá er dysturin um FM í talvi liðugur.
Hjá havnarmonnum stendur heldur verri til. Eitt er, at alt minni enn ein 3-1 sigur ber í sær, at teir missa FM-heitið, sum teir hava havt seinastu tvey árini. Annað er, at teir verða ikki fullmannaðir til dystin, tí tveir eru í hvussu er, sum ikki fáa verið við til henda avgerandi finaludystin.
Sandavágur hevur vunnið øll síni fimm FM-heiti í søguni seinastu tíggju árini. Havnar Telvingarfelag hevur vunnið fýra ferðir síðani 2009, millum annað seinastu tvey árini, og tí stendur avgerðin í dag millum oddaliðini í nýggjari tíð. Bert Klaksvíkar Talvfelag (í 2010) hevur vunnið útyvir HT og ST seinastu tíggju árini.
Sum nakað nýtt skipar Talvsamband Føroya saman við Sandavágs Talvfelag fyri, at til ber at fylgja við á netinum leik fyri leik á øllum fýra borðunum í FM-finaludystinum millum Sandavág og Havnina.
Leinki til dystin er her
Spenningur er eisini um, hvør loftar sær undan niðurflyting úr deildini. Stríðið stendur millum Kollafjarðar Talvfelag og annað lið hjá Klaksvíkar Talvfelag, ið hittast í innanhýsis dysti.
Støðan í 1. deild:
Sandavágur 28 stig
Havnin 26½
Klaksvík 16
Havnin (2) 14½
Kollafjørður 12
Klaksvík (2) 11
Dystirnir í síðsta umfari:
ST-HT
KTF-HT 2
KT-KTF (2)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald