Føroysku U16-kvinnurnar vunnu ein greiðan 22-18 sigur á Finnlandi í European Open í gjár, eftir hálvleiksstøðuna 16-10.
Føroyska liðið byrjaði dystin væl og legði seg fram um 4-1, áðrenn Finnland svaraði aftur til 4-4. Tað var serliga um miðjan fyrra hálvleik, at tær gjørdu eitt hál og løgdu seg fram um við fleiri og fóru til hálvleiks við 16-10.
Seinni hálvleikur var meira javnur, og var spælið til tíðir ósamanhangandi og nervøst. Finnland minkaði nakað um munin, men megnaðu føroysku kvinnurnar at halda fast, og vunnu tær at enda við fýra málum.
Føroysku kvinnurnar taptu móti Svøríki og Montenegro mánadagin. Týsdagin spældu tær so javnt móti Hollandi, og fingu tær sostatt í gjár teirra fyrsta sigur í hús móti Finnlandi.
Í dag eru tveir dystir á skránni. Klokkan 10 spæla Føroyar og Ísland, og klokkan 14 spæla Føroyar móti Lettlandi.
Dystir kunnu stroymast á EHFtv.com. Úrslit og støður síggjast her.
Málskjúttar hjá Føroyum móti Finnlandi:
Silja Geirsdóttir Eystberg 6
Katrin Hansen 3
Rakul Borgarlíð Joensen 3
Ró Reginsdóttir 3
Helena Magnusardóttir 2
Agatha Djurhuus 2
Fjóla Skaalum Vilhelm 1
Sára Sóleyardóttir Hórðará 1
Joan Johannesen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald