Um sponsorar fáast til ætlanina, so fer nevaleikarin Sarah Mahfoud, sum er fødd í Føroyum, at boksa sín komandi HM-dyst í Havn.
Hetta boðar Mogens Palle, danskur fyrireikari av boksistevnum, frá í dag.
Í november vann Sarah 29 ára gamla Sarah Mahfoud sannførandi móti Bukiwe Nonina úr Suðurafrika á eini boksistevnu í Nykøbing Falster. Úrslitið gjørdi, at hon nú er eitt fet nærri at fáa ein dyst um heimsmeistaraheitið.
Við sigrinum er Sarah sokallaður interkontinentalur meistari í fjøðurvekt hjá IBF-boksisambandinum, og vann sostatt rættin at dystast um HM-heitið í hesum sambandinum, sum eitur International Boxing Federation.
Føroyingurin liggur eisini ovarlaga á styrkilistanum hjá hinum boksesambondunum, og er eisini mett sum sterkasti í sínum flokki í Evropa. Bogens Palle roknar tí við, at hann fær møguleika at skipa fyri einum HM-dysti einaferð í ár, og hetta kemur at ganga fyri seg í Havn ella Keypmannahavn.
Sarah Mahfoud er fødd í Føroyum, móður hennara er vestmenningur. Sarah búði í Vestmanna fyrstu árini av lívi sínum, innan hon flutti til Danmarkar.
- Eg vil vegin ganga dreymum hennara á møti um at fáa ein HM-dyst, sum eg vóni, at onkur donsk sjónvarpsrøð vil senda. Tað hevði verið stuttligt at fyrireikað dystin í Føroyum. Tað hevði verið ein søgulig hending. Tað kundi verið vakurt at sæð føroyska flaggið verið borið inn og hoyrt føroyska tjóðsanginí samband við at ein slík stevna varð hildin har á fyrsta sinni, sigur Mogens Palle í tíðindaskrivi.
Men um hugskotið skal blíva til nakað, so er neyðugt við stuðlum, serliga tí at eyka útreiðslur eru knýttar at at leggja eitt slíkt tiltak í Føroyum.
- Sjálvandi kostar tað at fáa ein verandi heimsmeistara at koma til Føroyar at boksa. Tí vóni eg, at føroyskt vinnulív og lokalu myndugleikarnir vilja vera við, sigur Mogens Palle, sum vísir á, at Sarah Mahfoud er ein sera góður ambassadørur, bæði fyri boksiítróttina og fyri Føroyar.
Síðan Sarah Mahfoud gjørdist professionell, hevur hon roynt seg í dysti átta ferðir, og vunnið hvørja ferð, tríggjar ferðir er dystiruin støðgaður áðrenn tíð.
Hon liggur ovast á evropeiska EBU-styrkilistanum og hjá IBF. Hon er nummar fýra hjá WBA og nummar fimm hjá WBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald