15. juni skal føroyska Sarah Mahfoud, sum boksar sum professionell, út í ein nevaleik móti fyrrverandi heimsmeistara. Og mett verður, at hesin dysturin – um hann gongst eftir vild – kann gerast hin seinasti innan heilt stóra HM-brakið fyri føroyska boksaran.
Mótstøðukvinnan eitur Olivia Gerula og kemur úr Kanada. Og nevaleikurin fer fram í Randers Arena leygarkvøldið 15. juni í stevnuni hjá Mogens Palle og Super-Brian, sum kallast ”Danish Fight Night Galla – Jørgen ”Gamle” Hansen Memorial”.
Á nýggjasta styrkilistanum hjá World Boxing Association (WBA) er Sarah Mahfoud nú komin upp á fyrsta pláss – framman fyri týska evropameistaran, Nina Meinke.
Heimsmeistari hjá WBA er Jelena Mrdjenovich, sum eisini hevur HM-heitið hjá WBC-boksisamgonguni.
Seinast Sarah Mahfoud boksaði og vann á Bukiwe Nonina, gjørdist hon interkontinentalur meistari hjá IBF, og tryggjaði sær sostatt dyst um heimsmeistaraskapin hjá hesi boksisamgonguni, sum verður mett at vera tann triðstørsta. Heimsmeistari hjá IBF er Brenda Carabajal úr Argentina.
Sarah Mahfoud fegnast um framgongdina, og sær nú fram móti at sleppa at boksa um heimsmeistaraheitið.
- Hvønn er skal boksa ímóti er líka mikið fyri meg. Um tey hava eitt HM-belti, so vil eg fegin hava fatur á tí, sigur hon í tíðindaskrivi, sum er sent út í sambandi við stevnuna í Randers í juni.
Sarah Mahfoud hevur boksað átta dystir síðan hon gjørdist professionell í 2017, og hevur vunnið allar, harav tríggjar við knock-out. Men eitt krav er eisini, at hon vinnur á fyrrverandi heimsmeistaranum úr Kanada í Randers í juni.
Olivia Gerula er fyrrverandi meistari hjá WBC. ”The Predator” verður hon kallað, og verður lýst sum ein royndur og tekniskt gávaður boksari sum hevur roynt seg móti teimum sterkastu í heiminum. Hon hevur boksað 38 dystir, harav sjey HM-dystir, og hevur eitt nú vunnið á núverandi WBC-meistaranum, Jelena Mrdjenovich
Seinastu tveir dystirnar um HM-heiti hevur hon tó tapt við teprari dómaraavgerð.
- Hvør dystur hjá mær er ein alt-ella-einki-dystur. Tapi eg móti Oliviu Gerula, missi eg eisini møguleikan at fáa ein ordiligan dyst, so komandi dystur hevur alt at tíða fyri mína ætlan, sigur Sarah Mafoud.
Ætlanin var at lítlibeiggi Sarah, Allan Mahfoud, eisini skuldi boksa á stevnuni í Randers 15. juni, men hann hevur verið noyddur at geva avboð orsaka av einum skað aí hondini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald