Sarah Mahfoud, hálvføroyski IBF-heimsmeistarin í fjøðurvekt hevur nú møguleikan at fara til Las Vegas.
Samráðingar eru í løtuni í gongd um eina møguleiga heimsmeistarauppgerð millum Sarah Mahfoud og Amandu Serrano, WBO heimsmeistari, í kaliforniska býnum í desember, upplýsir Mogens Palle, promotari.
Amanda Serrano verður av mongum roknað sum heimsins besti kvinnuligi boksari tvørturum allar vektbólkar.
– Hon (Sarah Mahfoud, red.) ynskir at hitta tey sterkastu í heiminum, og undranarverdi HM-sigur hennara í februar hevur latið upp fyri sera spennandi møguleikum, og eisini tilboð um áhugaverdar HM-dystir í USA.
Amanda Serrano er úr Puerto Rico, men hon er búsitandi í USA. Av 40 dystum hevur hon vunnið 38, tapt ein og havt ein javnleik. Eingin hevur vunnið móti henni seinastu átta árini.
Umframt hetta eigur hon eisini eitt Guinnes heimsmet fyri at hava vunnið níggju HM-meistaraheiti í sjey ymsum vektbólkum. Tað er eitt met, sum eingin annar boksari kann nerta við.
Sambært styrkilistanum hjá BoxRec eru Amanda Serrano og Sarah Mahfoud ávíkavíst nummar eitt og tvey í fjøðurvekt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald