FM í hálvmarathon varð leygardagin hildið í Klaksvík.
Hjá monnum fylgdust Bjarki Johannessen úr Roysninum við Rógvi Kárason
Peter Jensen, sum báðir renna fyri Bragdið, teir fyrstu 12 kilometrarnir. Síðani fór 28-ára gamli toftamaðurin frá hinum báðum, og var nakað frammanfyri tá samanumkom.
Bjarki hevur veruliga gjørt um seg í føroyskari renning seinastu tíðina og leygardagin megnaði hann at røkka einum persónliga máli: At klára oyggjaleikakravið sum er ein tími og 15 minuttir. Harvið er tað sannlíkt, at Bjarki Johannesen skal umboða Føroyar á Guernsey í 2023 - úttøkan verður um umleið tvey ár. Hann segði eisini í samrøðu við Kringvarpið, at endamálið nú er at halda formin men eisini at byggja uppá, so at tað verður møguligt at stríðast um heiðursmerki um tvey ár.
Bjarki Johannesen (Skýggjamynd - KVF)
Hjá kvinnum var stórur munur á millum nummar eitt og hini. Sarah Vallin var beint yvir 18 minuttir frammanfyri nummar tvey, og hon megnaði eisini at vera trygt undir kravtíðina til Oyggjaleikirnar, sum hjá kvinnum er 1 tími, 27 minuttir.
Sarah Vallin umboðaði Føroyar til Oyggjaleikirnar í 2019, og hon fekk heiðursmerki við heim.
FM í hálvmarathon
Úrslit - menn:
1. Bjarki Johannesen (Roysnið): 1.14.39
2. Rógvi Kárason (Bragdið): 1.17.15
3. Peter Jensen (Bragdið): 1.18.25
Úrslit, kvinnur:
1. Sarah Vallin (Bragdið) 1.24.55
2. Ella Áarstein (Treysti) 1.43.04
3. Hergerð Heldarskarð (Bragdið) 1.43.38
Kelda: Kringvarp Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald