Tað er framvegis bert Svøríki av norðurlondum, sum hevur vunnið heiðursmerki á olympisku leikunum í Fraklandi.
Øll hini norðurlondini bíða framvegis eftir teirra fyrsta heiðursmerki.
Nú er eitt gullheiðursmerki eisini vunnið heim til Svøríkis. Tað er svimjistjørnan, Sarah Sjöström, sum í gjár vann gull í 100 metra frísvimjing í tíðini 52,16 sekund.
Sarah Sjöström er 30 ára gomul, ið er rættiliga gamalt fyri ein svimjara. Nú savnar svenski spenningurin seg um, hvussu hon fer at klára seg í 50 metra frísvimjingini, sum verður leygardagin.
Kina liggur ovast á OL-heiðursmerkjalistanum við 9 gull-, 7 silvur- og 3 bronsuheiðursmerki. Nummar tvey er vertslandið Frakland (8-10-8), og nummar trý er Japan (8-3-4).
USA, sum liggur á 12. plássi hevur vunnið flest heiðursmerki: 5 gull, 13 silvur og 12 bronsu.
Svøríki liggur á 12. plássi (1-1-2). 23 lond hava higartil vunnið gullheiðrsmerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald