Hondbóltur

Sasha var besti maður í bronsusigrinum

Skrásetti hann fyri heili seytjan bjargingar, sum er 36 prosent. Málverjin varð heiðraður eftir sigurin á Svøríki, har verjuparturin í løtum var fantastiskur.

Sasha kundi fegnast um nógvar bjargingar - og fleiri stórar eisini (Mynd: Sverri Egholm)

Sasha kundi fegnast um nógvar bjargingar - og fleiri stórar eisini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-06-29 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Katowice, Pólland (Portalurin): Føroyar framdu bragdið og syftu Svøríki í HM-bronsudystinum.

Fyri at fáa eitt slíkt heiðursmerki krevst eitt sterkt liðavrik. Slíkt komu Føroyar eisini við í dag.

Í álopspartinum var tað serliga úrmælingurin Óli Mittún, men so líðandi eisini liðformaðurin Ísak Vedelsbøl, sum gjørdu stóra munin.

Í verjuni var fýra-blokkurin sum heild ógvuliga sterkur - um tað so var við Høgna Højsted í høgru ella Róki Ziskason og so Tóka Friðriksson mitt fyri. Hesum var Ísak sjálvandi eisini partur av. Aftanfyri teir var maðurin, sum gjørdist dagsins spælari.

Aleksandar Sasha Lacok hevur spælt seg heitari og heitari gjøgnum kappingina, og eftir bólkaspælið hevur hann verið framúrskarandi í fleiri løtum. 

A-landsliðsmálverjin varð dagsins maður í fjórðingsfinalusigrinum á Slovenia, og tað var hann aftur í dag.

Sasha hevði fleiri stórbjargingar, og gjørdi hann millum annað lívið trupult hjá svium, tá teir skutu av strikuni og breitt av bakkinum. So líðandi gjørdist tað eisini truplari hjá Alex Månsson og hinum at skjóta langskot.

Her gav verjan góðar fyritreytir. Samanlagt fóru bert 26 svensk mál inn hjá Sasha, sum vit skrásetu fyri heili 17 bjargingar. hetta er íroknað 2-3 skot, sum hann tók beint áðrenn tað var dømt fríkast/brotskast og sum høvdu talt sum mál annars.

Í fyrra hálvleiki var bjargingarprosentið heili 43 og samanlagt 36 prosent. Høgt og týðandi fyri Føroyar.

Sasha skiftir nú til bestu sveisisku deildina.

HM bronsudystir
Sunnudagin 29. juni, Arena Katowice
Føroyar - Svøríki 27-26 (12-12)

Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok: 17 (36%) - Dagsins maður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder