Hondbóltur

Sävehof sigraði í fyrstu SM-finaluni

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún eru nærri einum svenskum meistaraheiti afturat eftir gott álopsavrik í Kristianstad í gjár.

Elias Ellefsen á Skipagøtu

Elias Ellefsen á Skipagøtu

2023-05-21 13:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimaliðið var favorittur undan fyrstu finaluni í finalurøðini um svenska meistaraheiti, men IK Sävehof gjørdi hesunm til skammar. Við skjótum og góðum álopshondbólti vann føroyingafelagið við fimm málum í Kristianstad í gjárkvøldið (29-34).

Tað var í stóran mun Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið stjórnaði álopinum hjá Sävehof, sum seinna helming av seinna hálvleiki fór frá heimaliðnum. Spælskiparin fekk spælið at flóta heilt væl til tíðir og skoraði sjálvur fimm mál.

Leiðslan lá um fimm-seks mál eina løtu í fyrra hálvleiki, var trý mál í steðginum og kom heilt upp á sjey mál einaferð í seinna hálvleiki. Kristianstad gav tó ikki upp, og móti endanum kom munurin einaferð niður á tvey mál. Tá tók ein blaðungur føroyingur ábyrgd, skrivar heimasíðan hjá Sävehof.

Tað var 28-30, umleið 4.000 heimaáskoðarar vóru við til at leggja trýst á, men Óli Mittún, sum skorað trý mál í gjár, líka í. Hann breyt ígjøgnum og vann útiliðnum eitt brotskast, sum systkinabarnið umsetti til mál, og so kom Kristianstad ongantíð líka nær aftur.

Sigurin ger, at Sävehof byrjaði finalurøðina sera væl. Tríggir sigrar skulu til fyri at gerast svenskur meistari. Liðini spæla í Partille Arena týskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder