IK Sävehof er á meistarakós. Stórfavoritturin í svensku hondbóltsfinalunum hjá monnum noyddist at stríðast leingi fyri sigrinum í fyrstu finaluni, sum var á heimavølli í gjárkvøldið.
Sävehof og IFK Skövde skutu 14 mál hvør í 1. hálvleiki, og eftir 60 minuttir var 27-27. Harvið var neyðugt við longdari leiktíð, men eftir tvær ferðir fimm minuttir var framvegis eingin avgerð fallin.
Loksins eydnaðist hjá heimaliðnum, tá dagsins leikari Emil Berlin í seinasta álopinum skoraði til 38-37. Harvið kundu teir í gulum og svørtum fegnast í høllini í Partille. Føroyski spælskiparin Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði seks mál í fyrstu finaluni.
Nú skal liðið hjá Eliasi vinna tvær finalur afturat fyri at gerast svenskur meistari. Liðini hittast aftur leygardagin í Skövde.
Fótbóltur
Sävehof vann eftir tvífalda longda leiktíð
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði seks mál í 38-37 sigrinum í fyrstu SM-finaluni.
2021-05-12 15:41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald