Skotar vendu í dag aftur til endaspælsfótbólt. Fyrsti dystur í einum endaspæli hjá Skotlandi í 23 ár varð leiktur á heimavølli í Glasgow, men landið við ríku fótbóltssøguni fekk ikki eina fótbóltsveitslu.
Hana oyðiløgdu kekkar og serliga Patrik Schick. Stutt fyri hálvleik stútaði hann Kekkia á odda eftir gott innlegg frá West Ham-bakkinum Vladimir Coufal. Leverkusen-áleyparin hoppaði júst tað rætta tíðspunktið og stýrdi bóltinum flott í longra málhorn - David Marshall, ið annars hevði onkrar góðar bjargingar í dystinum, hevði ongan møguleika.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Tað hevði hann sum so heldur ikki í 52. minutti, tá Schick smekkaði til úr áleið 45 metrum. Hetta var eftir, at skotar lupu á við næstan øllum monnunum, og skotið hjá høgra miðverjanum varð blokerað. Bólturin stakk síðani líka inn á skotsku hálvuna, har var 25-ára gamli kekkiski áleyparin til reiðar, sá at Marshall var langt úti, og við vinstra beininum sendi hann bóltin í einum vøkrum boga í skotska málið.
Skotland hevði nakrar góðar møguleikar eftir 2-0 málið, men Tomas Vaclik var stinnur í málinum. Annars gekk tað mesta av tí álopskenda hjá Skotlandi ígjøgnum vinstru síðu, har liðformaðurin Andy Robertson sum vanligt var vælupplagdur. Liverpool-bakkurin, sum spælir sum vongbakkurin á landsliðnum, hevði eina góða skotroynr í fyrra hálvleiki, ið Vaclik bjargaði, og stóð eisini fyri nøkrum góðum innleggum.
(Mynd: EPA)
Robertson og hinir skotarnir skulu nú reisa seg til fríggjakvøldið, tá Ongland er á skránni á Wembley. Kekkia verður verandi í Glasgow og kann spæla seg víðari við sigri á Kroatia
EM-skráin í dag - mándagin 14/6:
Bólkur D
Hampden Park, Glasgow
Skotland - Kekkia 0-2 (0-1)
42’ Patrick Schick 1-0
52’ Patrik Schick 2-0
(Í gjár: Ongland - Kroatia 1-0)
Les eisini: Sterling tryggjaði Onglandi eina góða byrjan
Bólkur E:
Gazprom Arena, Sankta Pætursborg
17.00: Pólland - Slovakia
La Cartuja, Sevilla
20.00: Spania - Svøríki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald