Fyrra helming av fyrra hálvleiki høvdu Føroyar dystin júst har, ið Håkan Ericson og hansara menn vildu hava hann: Eysturríki kom so at siga ikki til vandamiklar støður - undantikið einum hornasparki - Føroyar fingu flutt bóltin væl til tíðir og fingu eina rúgvu av deyðbóltsstøðum og góðum støðum. Ein av teimum gav eisini mál. Jóan Símun Edmundsson legði í 19. minutti bóltin væl inn úr høgru horni, og inni í fimm-metrinum kom Sonni Ragnar Nattestad uppfrá og stútaði bóltin í málið. Fríspark kundi verið dømt, tí armarnir hjá føroyska miðverjanum vóru á eysturríska verjuleikarunum, og eysturrísk mótmæli vóru eisini, meðan føroyingarnir fegnaðust, og sensatiónin lúrdi.
Sonni Ragnar Nattestad skoraði sítt triðja A-landsliðsmál (Myndir: EPA)
Hetta var triðju ferð í sjey innanhýsis dystum, at Føroyar løgdu seg á odda móti Eysturríki, men í mun til í 1990 og í 2008 gav tað ikki stig - eisini hóast Sonni Ragnar hevði ein anann góðan stútara á mál. Trýstið frá Eysturríki gjørdist størri, verjuparturin hjá Føroyum sá ikki heilt tryggur út, og eftir hálvan tíma varð ikki dekkað upp í samband við hornaspark: Teir ið høvdu ábyrgd av økinum mitt fyri vóru ov seinir út, Meinhard Olsen, ið hesaferð hevði fingið møguleikan frá byrjan, fylgdi ikki Aleksandar Dragović, ið gjørdist heilt fríur í aftara øki, og hóast skotið hjá verjuleikaranum ikki var gott, so fór tað í málið. Dragovic sparkaði bóltin beint niður í svørin og hann hoppaði harvið í málið. Tá Gunnar Nielsen longu hevði kastað seg niður í nærra málhornið, so var einki at gera.
2-1 málið kom ikki burturúr nógvum: Ein langur bóltur varð sendur fram, Sonni Ragnar fylgdi áleyparanum, men Heini Vatnsdal var eisini komin í økið, og umvegis hann fekk Baumgarter bóltin, og hóast hann varð órógvaður av Heina so varð 2-1, tá Gunnar júst ikki náddi niður og fekk vart fyri skotinum, ið kom stutt.
Eysturríkar vóru meira ágangandi, og hjá Føroyum snúði tað seg bara um at koma til hálvleiks við 2-1. Hetta eyndaðist tó ikki, tí eitt innkast tíggju metrar frá eysturríska hornaflagginum førdi til eitt mál - til Eysturríki. Sonni Ragnar var komin fram við, men Viljormur Davidsen valdi at kasta stutt, vinstri bakkurin fekk hann aftur frá Halli Hanssyni, men innleggið kom ikki framvið fyrsta manninum, og so gekk skjótt. Føroyingar megnaðu ikki at gera fríspark ella verja fyri, David Alaba fekk bóltin til vintru og legði flatt innfyri til Kalajdzic, ið hevði flutt seg frá Heina, og so var 3-1.
Baumgartner skoraði eitt mál og hevði aðrar møguleikar
Myndir: EPA
Eysturríkar tyktust veruliga at vilja hava meira, og fyrsta korterið í 2. hálvleiki hevði heimaliðið nakrar risamøguleikar, men teir vóru ikki skarpir. Tá nakrar skiftingar komu á føroyska liðnum, samstundis sum Alaba varð skiftur út og heimaliðið fór niður í ferð, so gjørdist tað meira javnt, og sum leið dovnaði dysturin heilt. Eysturríki hevði eina trygga leiðslu og vildu ikki nýta alt ov nógva megi. Harvið endaði tað 3-1, og eftir dystargongdini tríggjar fjórðingar av dystunum kundu føroyingar ikki vera alt ov ónøgdir við hetta - tó at málini ímóti vóru "ov løtt", og at man hevði havt leiðsluna. Petur Knudsen fekk sín fyrsta A-landsdyst í kvøld.
Til ber at velja dagsins leikara hjá Føroyum á forsíðu okkara
Talan var um fyrsta ósigur undir Håkani Ericson og hansara toymi í einum kappingardysti. Næsta uppgávan - tann seinasta á hesum sinni - verður í Skotlandi mikukvøldið. Skotar spældu kvøld 1-1 javnleik í Ísrael. Danmark varnn heili 8-0 á Moldova í Herning.
EM-undankapping, bólkur F
28.03 Ernst-Happel Stadion, Wien
Eysturríki - Føroyar 3-1 (3-1)
19' Sonni Ragnar Nattestad (Jóan Símun Edmundsson) 0-1
30' Aleksandar Dragović 1-1
37' Christoph Baumgartner 2-1
44' Sasa Kalajdzic 3-1
Føroyar (4-4-2): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal (59' Jákup Biskopstø Andreasen), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (59' Jóannes Bjartalíð), Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson (L - 80' Klæmint Andrasson Olsen ), Brandur Hendriksson Olsen - Jóan Símun Edmundsson (74' Petur Knudsen), Meinhard Egilsson Olsen (59' Patrik Johannesen)
Myndir: Eysturríki - Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald