Fótbóltur

Seinasti dagurin í Føroyum

Manslandsliðið hevur aftur venjing á Tórsvølli seinnapartin - í morgin gongur leiðin til Kekkia, har fyrsta uppgávan í undankappingini bíðar leygarkvøldið.

Eyðun Klakstein leggur landsliðsspælarunum lag á (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

Eyðun Klakstein leggur landsliðsspælarunum lag á (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2025-03-19 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir hava nú verið savnaðir síðani mánakvøldið og fyrireikað seg til fyrstu uppgávuna í HM-undankappingini.

Føroyar skulu fyrst til Kekkia, har eitt av sterkastu liðunum í bólkinum tekur ímóti. Uppá tvey og eitt hálvt ár hava londini spælt tríggjar ferðir - Kekkia hevur vunnið samanlagt 9-0.

Hesin dysturin verður spældur leygarkvøldið klokkan 19.45. Føroyska ferðalagið fer úr Vágu tíðliga í morginárini. Kósin verður sett móti Keypmannahavn - síðani verður flogið víðari til Prag tíðliga seinnapartin.

Sunnudagin gongur leiðin víðari til Montenegro. Dysturin har týskvøldið er ein, har Føroyar hava betri møguleika at gera ein vørr og vinna sær stig enn í tí fyrra.

Liðið hevur havt tvær venjingar á Tórsvølli hesa vikuna. Klokkan 15 í dag verður tann seinasta venjingin áðrenn fráferð. Har fara Eyðun Klakstein og liðið at arbeiða við ymiskum, sum skal brúkast til dystin í Kekkia.

Sí nakrar myndir, sum Hans Erik Danielsen tók til venjingina í gjár:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder