Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá Heðini Askham

Dysturin móti NSÍ var hin seinasti við Heðini Askham sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-28 21:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

07 Vestur skal hava nýggjan venjara. Tað er greitt eftir at Heðin Askham er farin frá sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá vágamonnum.

Felagið boðar í kvøld frá hesum, og sigur at nýggjur venjari verður kunngjørdur ein av fyrstu døgunum.

07 Vestur er annað av feløgunum í Betri deildini, har høvuðsvenjarin ikki er í fulltíðarstarvi. Hitt er EB/Streymur.

- Vit mugu ásanna, at krøvini til eitt høvuðsvenjarastarv í Betri deildini hjá monnum seinnu árini bert eru vorðin størri og størri. Tað hevur verið ein avbjóðing at røkja eitt sivilt starv, samstundis, sum man skal finna neyðugu orkuna til at standa sum høvuðsvenjari hjá einum Betri-liði, og tað er hetta, sum ger, at Heðin hevur biðið um at verða loystur úr starvi, sigur felagið.

Heðin Askham tók yvir sum høvuðsvenjari hjá liðnum fyri einum góðum ári síðani og var við til at flyta upp í Betri deildina.

- Vit í 07 Vestur eru sera hørm um at missa Heðin, sum veruliga kom inn og fekk flutt felagið nøkur risa fet hettar árið, hann stóð á odda fyri besta mansliðnum, sigur 07 Vestur.

07 Vestur tapti í kvøld 3-0 ímóti NSÍ í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Í landskappingini liggja uppflytararnir á áttanda plássi við átta stigum aftaná ellivu dystir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder